Vit hava gjørt eitt stórt arbeiði
Tað staðfestir Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður í vinnunevndini, nú Løgtingið í morgun hevur sett sjøtul á orðaskiftið um eitt tað størsta og týdningarmesta politiska málið í Føroyum hesi seinastu nógvu árini, nevniliga orðaskiftið um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Bjarni Hammer heldur, at samgongan, og samgonguleiðararnir hava rós uppiborið fyri at hava megnað at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, sum vit hava bíðað eftir í fleiri ár, men sum undanfarnar samgongur ikki hava megnað.
Hinvegin vónar hann, at fleiri flokkar enn teir í samgonguni, og Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna uttanfloks, fara at taka undir við tí, og tí sigur hann, at viðgerðin í Vinnunevndini fer at fáa avbera stóran týdning.
Og sjálvur fer hann at leggja dent á at fáa flokkar í andstøðuni at taka undir við uppskotinum eisini, so at vit fáa trygd fyri, at skipanin verður støðug.
Ein spurningur, hann ætlar at fáa greiði á í vinnunevndini, er, hvussu stórt tilfeingisrentan í roynd og veru er. Tað eru bara partar av vinnuni, ið nøkur tifeingisrenta er, nevniliga í uppsjóvarvinnuni, fiskiskapinum í Barentshavi, fiskiskapinum á Flemisc Cap og undir Eysturgrønlandi.











