FÓTBÓLTUR
Summi hava hildið, at tað hevur verið løgið, at HB ikki átti fleiri landsliðsspælarar, nú stóra felagið í høvuðsstaðnum hevur verið suverent oddalið í Vodafonedeildini. Fróði Benjaminsen hevur verið einasti HB-arin á liðnum, men hann hevur karantenu hesa ferð, og millum teirra, ið síðani eru úttiknir, er Andrew av Fløtum.
HB-framherjin hevur spælt yvir 30 landsdystir, men sigur seg ikki hava havt ilt av, at hann ikki hevur verið úttikin.
– Tað er altíð stuttligt at vera á landsliðnum, og at eg nú aftur eri tikin út, taki eg heilt greitt sum eitt herðaklapp. Men samstundis hevur tað eisini verið deiligt at havt møguleika at konsentrerað seg fult og heilt um HB og landskappingina, sigur hann.
At landsliðið hesa ferð spælir á Svangaskarði og býr í Runavík, meðan tað vanliga plagar at verða bæði spælt og búð í Havn, er heldur ikki nakað, ið hevur nervað 30 ára gamla havnarmannin.
– Svangaskarð er nakað minni, og stórur munur er á umhvørvinum, tí Tórsvøllur liggur mestsum í lívd, meðan tað er meira ábart á Svangaskarði. Men tað er so eisini ein faktorur, litavarnir skulu berjast við, og sum teir kanska ikki eru so vanir við, heldur hann.
Longur fram
Føroyar hava spælt nógvar ferðir ímóti Litava, men eiga enn fyrsta sigurin á. Andrew av Fløtum sigur seg vóna, at tað hesa ferð ber til at venda hagtølunum til føroyskan fyrimun.
– Litava er eitt av hesum liðunum, vit ofta halda, at vit eiga at vinna á, men teir eru øgiliga sterkir. Vit hava ofta spælt ímóti teimum og áttu at kent teir. Teir spæla ofta nógv við longum bóltum, og vit eru væl fyrireikaðir, so vónandi kenna vit hesa ferð uppskriftina betur, enn vit hava gjørt hinar ferðirnar, sigur hann.
Samstundis fegnast hann um, at landsliðið hevur flutt seg rætta vegin, síðani Brian Kerr gjørdist venjari fyri hálvum ári síðani.
– Eg haldi, at vit hava fingið flutt liðið longur fram á vøllin, umframt at vit tora betur at skapa kjansirnar og taka teir. So ræður bara um hjá okkum at fáa nakrar góðar kjansir ímóti Litava, samstundis sum vit fáa forða teimum í at fáa teir heilt stóru, sigur Andrew av Fløtum.