– Vit hava fingið tað, vit hava biðið um.
Tað sigur Ólavur Rasmussen, arbeiðandi nevndarformaður í nýggja mentanarhúsinum, Salt, á Drelnesi.
Í gjár var ljóðroynd í húsinum og aftan á segði verkfrøðingur, sum hevur gjørt ljóðið í húsinum, við KvF, at húsið stóð royndina til rútmiskan tónleik, men at tað manglaði nakað í, áðrenn ljóðið til klassiskan tónleik var, sum tað eigur at vera.
Les eisini: Eini 800 fólk royndu Salt í dag
Men hann sigur, at tá ið slík hús verða gjørd, skal støða takast til, um ljóðið skal gerast til rútmiskan tónleik, ella til klassiskan tónleik, so tað var akkurát, sum tað átti at vera.
Men tað merkir ikki als ikki, at húsið ikki kann brúkast til klassiskan tónleik, men tað krevur at ljóðútgerð verður sett upp afturat sum klárar teir klassisku tónarnar.
Ólavur Rasmussen sigur, at tey hava ikki fingið mátingarúrslitið frá ljóðroyndini enn, men at fyribils úrslitið bendir á, at tey hava fingið tað, tey hava biðið um, nevniliga eitt konsertjøli, ið er gjørt til rytmiskan tónleik.
Hann sigur, at ljóðútgerðin, sum krevst til at gera húsið líka gott til klassiskan tónleik, sum tað er til rytmiskan tónleik, kostar eina millión. Og nú fer hann at søkja grunnar og fyritøkur um stuðul til tað.
Annars verða fleiri tiltøk í Salt hendan mánaðin. Fríggjadagin 19. mai heldur Strandferðslan 100 ára føðingardag í húsinum og dagin eftir hevur ein privat fyritøka leigað húsið.
Tann 24. mai hevur Kringvarpið mentanarkafé í Salt, og sunnukvøldið 28. mai verður sjónleikurin, Verjurøða Holubúgvans, spældur í Salt.
Tað er ein leikur, sum hevur gingið fyri fullsettum húsum norðanfyri – og eisini nógva staðni úti í heimi. Tað er ein einmansleikur, har Jákup Dahl spælir mannin, ið er troyttur av hoyra aftur og aftur, hvussu strævnir, býttir og ótolandi mannfólk eru.
Hann setir sær tískil fyri at finna útav, hví mannfólk og konufólk misskilja hvønn annan í heilum.
Tá ið tey tiltøkini hava verið, verður húsið eftirmett, sigur arbeiðandi nevndarformaðurin. Annars eru nakrir snøklar eftir, áðrenn húsið er heilt liðugt, men tað verður arbeitt upp á tað, og í næstum verður eisini søkt eftir stjóra til Salt.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá í gjár, tá ið ljóðroynd var í Salt.