Tað, at vitjanin hjá danska fíggjarmálaráðharranum kom knappliga í lag, heldur Anfinn Kallsberg siga seg sjálvt.
Landsstýrið hevði bert arbeitt í Tinganesi í góða viku. Har er einki dult fyri almenninginum, og ongar loyniligar avtalur gjørdar.
Hetta var ein óformligur fundur, sum snúði seg um at vit løgdu okkara sjónarmið fram, eins og fíggjarmálaráðharrin greiddi frá sjónarmiðunum hjá donsku stjórnini, sigur Anfinn Kallsberg.
Tað var ongantíð ætlanin við vitjanini, at vit skuldu gera nakra semju, og vit góvu ikki tilsøgn um nakað, sigur løgmaður.
Í so nógv sagt
Lykketoft sigur við Sosialin,at tit vóru samdir um at taka øll samráðingarmálini undir einum?
Tað er nú so nógv sagt. Vit vóru samdir um at finna politiska - heldur enn løgfrøðiliga loysn á bankamálinum, sigur Anfinn Kallsberg.
Landsstýrisfundur var allan fyrrapartin í gjár, har tikið var samanum fundin við Lykketoft, og eitt samt Landsstýri tekur undir við samráðingarloysnini.
Løgmaður sigur, at ein dagfesting ikki er gjørd fyri samráðingarnar.
Innbjóðingin at byrja 1. juni stendur við fyribils, men nú skulu embætisfólkini í Tinganesi gera eitt upplegg, og síðan skal tað hava politiska viðgerð, har meira nágreiniligt verður farið undir at viðgera hvørt mál sær, og hvat vit eru samdir ella ósamdir um, sigur Anfinn Kallsberg.
Vónir um góða loysn
Fekk tú nakra grundgeving fyri, hví vitjanin kom í lag júst nú?
Nei, ikki annað enn at Lykketoft segði, at hetta var orsakað av »vanligum donskum ótolni«, sigur løgmaður, sum annars heldur, at teir høvdu sakligan og góðan fund við danska fíggjarmálaráðharran. Hann viðgongur, at hetta var konstruktivur fundur, og at okkurt bendir á, at føroyingar fáa góða samráðingarloysn við danir, tó at eingi tøl vóru nevnd.
Løgmaður vil ikki siga, hvat varð tosað um á fundinum, men nevnir at Landsstýrið er sinnað at fáa broytingar á ymsum økjum, eitt nú Framtaksgrunninum, innlit í danska Fíggjareftirlitið og Fíggingargrunnin, og hann væntar ikki, at danir hava nakað ímóti hesum.
Danska fíggjarlógin skal vera liðug 1. september 1998, Tá skal blokstuðulin verða ásettur. Hóast Fólkatingið fer í summarfrí, so kann fíggjarlógin leggjast fram kortini. Øðrvísi er um danir skulu gjalda føroyingum endurgjald, gera broytingar í uttanlandsskuldini o.s.fr., tá skal fíggjarnevndin hjá Fólkatinginum taka undir við broytingunum.
Løgmaður vísir á, at føroyska fíggjarlógin skal vera liðug 1. oktober, og at nýggja Landsstýrið er farið undir arbeiðið. Tí eru føroyingar eisini áhugaðir fyri at fara undir samráðingarnar við donsku stjórnina sum skjótast.










