Aðrastaðnis á síðuni langar formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, harðliga út eftir Klaksvíkar Ítróttarfelag í sambandi við, at KI hevur bjóðað KÍ til dyst í Klaksvík tann 23. juni, tá ið Esbjerg kortini er í Føroyum í sambandi við Inter-Toto dyst móti NSÍ. Jákup Mortensen er í øðini um, at KÍ blandar seg inn í teirra tiltak, men tað dugir Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, ikki at skilja.
Vit hava kunnað NSÍ
Gestur Hovgaard sigur, at avtalan við Esbjerg bleiv gjørd fyri nøkrum vikum síðani, men at klaksvíkingar í hálvtannað ár hava arbeitt við at fáa eina avtalu í lag um ein vinardyst. Í farnu viku kunnaði KÍ eisini NSÍ um, at teir høvdu bjóðað Esbjerg til Klaksvíkar, og at danska felagið hevði tikið av innbjóðingini. Hetta fall ikki í góða jørð hjá formanninum í NSÍ, men Gestur Hovgaard sigur, at hann kann ikki taka sær av, hvat teir halda í NSÍ. Eftir at formaðurin í NSÍ hevði ringt til Gest og greitt frá, at teir vóru stak ónøgdir við ætlanirnar hjá KÍ, hevði fótbóltsnevndin í KÍ fund um málið, og tey dugdu ikki at síggja nakran trupulleika við at spæla vinardyst móti Esbjerg í Klaksvík, greiðir Gestur Hovgaard frá.
At danska liðið skal blíva betri fyri til dystin móti NSÍ við at spæla venjingardyst móti KÍ í Føroyum fáar dagar frammanundan, dugir Gestur Hovgaard heldur ikki at síggja. - Vit hava einki skeivt gjørt, og vit taka heldur ikki fokus frá NSÍ. Neyvan verða tað færri dystin hjá NSÍ, tí eg trúgvi ikki, at nakrir klaksvíkingar høvdu ætlað sær til tann dystin, sigur Gestur Hovgaard, sum ikki missur svøvnin av, at NSÍ hevur gjørt av at klaga KÌ fyri FSF og UEFA.