Vit hava eina ætlan

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vil ikki ordiliga ganga við til, at garðurin ikki er nøktandi, men vísir á at ein ætlan er í gongd. – Eg kann sjálvandi ikki siga, nær tað verður heilt liðugt, sigur borgarstjórin, sum hevur lovað at í heyst verður alt í lagi á øðrum stovni

Vit hava eina ætlan fyri spæliplássini á øllum dagstovnunum, og teir sum eru ringast fyri vera tiknir fyrst. Um Dagstovnurin í Hoyvík er ein av teimum, so verður hann sjálvandi tikin við, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Hann vil tó ikki siga, nær nakað endaligt verður klárt.

– Vit hava sjálvandi ikki kunnað gjørt nakað seinastu mánaðirnar fyri kava, sigur Heðin Mortensen og vísir enn eina ferð á, at ætlanir eru í gongd.

– Tað verður sjálvandi ein prioritering, og hinir stovnarnir skulu eisini hava sítt, sigur borgarstjórin.

Hann vísir somuleiðis á, at heildarætlanin, sum er í gongd eisini skal betra um trygdina.

– Eg veit at ávís ting eru gjørd á hasum stovninum fyri at betra um trygdina, sigur hann.

Men nú er ikki so nógv eftir. Har standa tríggjar reiggjur til 88 børn.

– Men reiggjur eru ikki alt. Har er eitt gott umhvørvi, ein fótbóltsvøllur er beint við í skúlagarðinum, tað ber til at fara útferðir og tað er at vera kreativur, sigur Heðin Mortensen, og vísir á, at kommunan ikki hevur brúkt smávegis av peningi til dagstovnin í Hoyvík.