Vit hava eina reella sak

Hans Jacobsen formaður í Havbúnaðarfelagnumm, metir, at tær tríggjar fyritøkurnar, sum skulu kannast í samband við ákærurnar um dumping, geva eina reella mynd av føroysku alivinnuni, sum hon sá út í fjør.

Formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Hans Jacobsen, fer ikki at mótmæla, at tað júst vera Fiskasølan, Vestlax og Bakkafrost, sum skulu kannast nærri. Hann metir, at hesar fyritøkur, tá niðurstøðan fyriliggur, geva eina reella mynd av, hvussu árið í fjør sá út hjá føroysku alivinnuni.
- Eg meti, at føroyingar við hesum hava eina reella sak. Sjálvandi er ilt at meta um, hvør niðurstøðan verður, tí vit hava ikki roynt tílíkt áður, og tíðum kann ES vera tungt at arbeiða við, sigur Hans Jacobsen, formaður í Havbúnaðarfelagnum.
Hann vísir á, at tað vóru nógv ymisk viðurskifti, sum ávirkaðu árið í fjør hjá alivinnuni. Til dømis sjúka og neyðslakt. Tí kundi tað, hevði ES valt at kanna aðrar fyritøkur, givið eina aðra mynd av alivinnuni.
Havbúnaðarfelagið hevur verið í samband við belgisku sakførarafyritøkuna Van Bael & Bellis, sum er serkøn í dumping-málum, og ráðgevar hjá fyritøkuni eru í løtuni í Føroyum at hjálpa føroysku fyritøkunum at svara teimum mongu spurningunum í kanningini. Hans Jacobsen sigur, at vinnan hevur valt at leita sær serkøna hjálp, tí summir av spurningunum eru sera torskildir.
Tá fyritøkurnar, í seinasta lagi 3.oktober, hava svarað spurningunum, skal ES gjøgnumganga og kanna teir, og eisini væntar formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, at fólk úr ES kemur til Føroya at eftirkanna tilfarið. Síðan verður ein niðurstøða gjørd, og vísir tað seg tá, at ES metir at ákærurnar um dumping eru grundaðar, so skulu samráðingar til, áðrenn tiltøk verða sett í verk.