Kvinnurnar hjá Kyndli fáa úr at gera í ár. Ikki einans skulu tær royna at verja greipuna frá í fjør, men harnæst skulu tær í næsta mánaði eisini spæla EHF-Cup dystir ímóti Femina Vise úr Belgia.
- Vit hava ivaleyst at síggja til, og fyrst og fremst hava vit eina greipu at verja. Sjálvandi hava vit ambitiónir, men eg havi ikki hug til at siga ov nógv um tær enn, uttan tað, at vit sjálvandi vilja verða við, har sum tað er stuttligt at vera, sigur Sophus Dal-Christiansen, sum myndar venjaratoymið saman við Andrasi F. Hansen.
Nakrar broytingar eru farnar fram á liðnum. Simona Petersen og Anja Heinadóttir eru ikki við í ár, men hinvegin er Tomma Petersen byrjað aftur og Marianna G. Eystberg er komin aftur av skúla í Danmark.
- Onkrar av teimum ungu hava longu spælt í fýra ella fimm ár, so hóast vit kanska vildu ynskt okkum fleiri spælarar, so er liðið nakað tað sama. Vit hava kanska ikki so øgiliga skotstyrki, og fara tí heldur at leggja størri dent á skjótt spæl, sigur Sophus.
Kyndil spælir fyrsta landskappingardystin sunnudagin á heimavølli ímóti VB.
Upptaktir til kappingarárið hjá øllum liðunum kunnu lesast í Vikublaðnum, sum er borið út kring alt landið.