Ráðgeving
Seinastu dagarnar hevur Sosialurin sett nógv fokus á málið um okkara fiskidagaskipan. Orsøkin er stongsulin í Bretlandi fyri virkaðari føroyskari hýsu. Bretskar handilsketur vilja ikki hava virkaða føroyska hýsu í sínum vøruútboði, tí teir vilja ikki koma í ringt ljós millum síni viðskiftafólk, tá teirra ráðgevar siga, at føroysk hýsuveiða ikki er burðardygg.
Óvirkað hýsa úr Føroyum kann tó seljast í Bretlandi, og síðan kunnu bretskir framleiðarar virka fiskin og selja hann til somu ketur, sum ikki vilja keypa fiskin virkaðan úr Føroyum. Hinvegin hava bretar viljað keypt virkaða hýsu úr Føroyum, um hon er veidd í íslendskum sjógvi, hóast íslendsk hýsa heldur onga góðkenning hevur. Munurin er ivaleyst, at hýsuveiða undir Íslandi verður mett at verða burðardygg.
Hetta undrar eitt nú føroyskar línumenn sum siga, at minni er at fáa av hýsu undir Íslandi enn undir Føroyum – og at føroyska hýsan er betri enn hin íslendska.
Ikki bara hýsa
Seinasta hósdag hevði Sosialurin samrøðu við Olaf Olsen, fyrrverandi skipara, reiðara og politikara um veiðitrýst, og fríggjadagin høvdu vit samrøðu við Hjalta í Jákupsstovu um somu spurningar.
Í morgun hava vit skift orð við Jákup Reinert, fiskifrøðing, sum umboðar Havstovuna í ráðgevandi nevndini hjá altjóða havgranskingarstovninum ICES, sum verður rópt ACOM.
Jákup Reinert sigur, at tað er ikki bara hýsustovnurin undir Føroyum, sum hevur verið illa fyri seinnu árini, men eisini toskastovnurin.
Hann vísir á, at trýstið á upsastovnin er eisini í hægra lagi, men tað er ikki katastrofalt, sum fiskifrøðingurin tekur til.
Hann vísir á, at tað er lutfalsliga lættari at gera nakað til tess at ansa betri eftir toskaveiðini enn eftir hýsuveiðini.
- Tað ber til at ansa eftir leiðunum, har toskur veksur upp við friðingum, meðan hýsa ferðast meiri víða um og er tí verri at ansa eftir. Vit kunnu ikki í sama mun tosa um hýsuleiðir á sama hátt, sum vit kunnu eyðmerkja toskaleiðir
Jákup Reinert er púra samdur við Hjalta í Jákupsstovu um, at dagatalið í fiskidagaskipanini er alt ov stórt.
- Tað týdningarmesta í øllum hesum er tí at minka um dagatalið í skipanini, leggur hann aftrat.
Effektivari veiða
Tað er ikki sørt, at útsøgnin hjá fiskifrøðini um, at veiðitrýstið er ov stórt, undrar fiskimenn. Fiskifrøðin var við til at gera fiskidagaskipanina, og tá fleiri túsund dagar í dag liggja óbrúktir í skipanini, átti veiðitrýstið í prinsippinum ikki at verið ov stórt.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður og fyrrverandi fiskimálaráðharri, hevur fleiri ferðir víst á, at einir 18.000 fiskidagar liggja óbrúktir í skipanini.
Er veiðitrýstið tá kortini ein trupulleiki, spurdu vit Jákup Reinert, fiskifrøðing?
- Tá skipanin varð skrúvað saman, varð hugt aftur á eitt tíðarskeið upp á 10 ár. Hugt varð eftir, hvussu stór veiðan hevði verið hesi árini og hvussu nógvar fiskidagar, flotin hevði brúkt í fríari veiði.
Hann sigur, at tá varð mett, at í mesta lagi 33% skuldu takast úr hvørjum fiskastovni sær í eitt ár. Men í dag verður hildið, at hetta er í yvirkanti av tí, sum fiskifrøðin heldur vera ráðiligt.
Jákup Reinert sigur, at tá vit fingu fiskidagaskipanina, og skip soleiðis fingu eitt ávíst dagatal at fiska eftir, fóru menn at brúka dagarnar so effektivt, sum yvirhøvur gjørligt.
- Hetta førdi til, at eitt nú toskurin gjørdist ov hart royndur, soleiðis at nógv meiri enn 33% vórðu tikin úr stovninum um árið, og stóra royndin hevur so eisini gingið útyvir hýsustovnin.
- Tá lítið er at fáa, gerst royndin hjá summum skipabólkum eisini minni. Eitt nú gerst royndin hjá línuflotanum minni, tí tað loysir seg ikki at egna línurnar, um eingin veiða er. Tí kunnu vit eisini siga, at veiðitrýstið eftir fiskasløgum, sum línuskipini veiða, ikki hevur verið ov stórt í hesum árinum og heldur ikki partar av farna ári.
Jákup Reinert vísir á, at tað eru vantandi konsekvensútrokningar sum eru orsøkin til, at fiskidagaskipanin ikki er vorðin dagførd.
- Dagatalið í skipanini átti at verið minkað munandi meiri, enn gjørt hevur verið seinnu árini.
Fiskifrøðingurin vísir á, at nógvar leiðir eru friðaðar fyri trolveiði, meðan húkaveiða kann fara fram á hesum leiðum.
- Húkur veiðir serliga tosk og hýsu, og tá leiðir verða stondgdar fyri trolveiði, men ikki fyri húkaveiði, verða toskur og hýsa framvegis veidd á hesum leiðum. Tað er heldur eingin loyna, at húkur veiðir nógvan smáfisk, leggur hann aftrat.
Veiðisetningur
Tað undrar eisini Jákup Reinert, at bretskar handilsketur ikki vilja keypa virkaða hýsu úr Føroyum, tá tær kunnu keypa virkaða føroyska hýsu frá bretskum framleiðarum.
- Hvussu hetta hongur saman, dugi eg ikki at meta um, men tað tykist løgið. Ivaleyst er bretar skjótir at ávirka, heldur hann.
Nú vinnuligt føroyskt upplýsingarátak verður í Bretlandi um hálvan hendan mánaðin, har kunnað verður um okkara fiskidagaskipan, sigur fiskifrøðingurin seg slett ikki duga at meta um, hvat kann spyrjast burtur úr hesum.
- Tað er ilt at siga, hvønn mun hetta kann gera. Vit kunnu jú altíð upplýsa um tað, vit gera, men tað verður ivaleyst torført at sleppa uttan um, at veiðitrýstið í føroyskum sjógvi er ov stórt. Um veiðitrýstið ikki verður minkað við skerjingum í dagtali, kunnu vit yvirfyri umheiminum ikki siga, at okkara fiskiveiða er burðardygg.
Jákup Reinert eftirlýsir ein veiðisetning í føroyskum fiskivinnupolitikki.
- Vit mugu seta okkum ein setning, so umheimurin veit, hvat tað er vit gera, og hvat tað er, vit vilja náa. Soleiðis, sum veiðitrýstið er í løtuni, kunnu vit rokna við, at stór sveiggj verða í veiðini eftir ymisku fiskasløgunum. Eg eri sannførdur um, at hesi sveiggj høvdu verið munandi minni, um vit høvdu eitt meiri hóskiligt veiðitrýst.
Hann vísir á, at við einum hóskiligari veiðitrýsti, høvdu færri skip við tíðini havt eina javnari og heldur betri veiði, og eisini hevði fiskurin verið størri og harvið eisini lønsemið í okkara fiskiveiði.
- Vit hava eina góða fiskiveiðiskipan, sum eftir mínum tykki er nógv betri enn kvotuskipan - men vit hava ongan veiðisetning. Høvdu vit havt eina ætlan um, hvussu vit gera okkara fiskiveiði burðardygga, høvdu tilmælini hjá havgranskingarstovninum ICES eisini verið øðrvísi, enn tey eru, sigur Jákup Reinert, umboð hjá Havstovuni í ráðgevandi nevndini hjá ICES.
o