Vit hava ein hálvan persónbil í part

1. januar 2024 vóru 521 persónbilar skrásettir fyri hvørji 1.000 fólk í Føroyum.

Tað skrivar Hagstova Føroya. Hetta er væl meira enn í Danmark, har 472 bilar vóru skrásettir fyri hvørji 1.000 fólk.

Miðal fyri tey 27 ES-londini er tó nakað hægri. Í ES vóru í miðal 563 bilar skrásettir fyri hvørji 1.000 fólk.

Í Íslandi vóru heili 741 skrásettir bilar fyri hvørji 1.000 fólk í 2022, skrivar Hagstova Føroya.