Vit hava brúk fyri fleiri hondum

Øll, sum orka og kunnu, mugu taka eitt tak, men vit mugu eisini fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, sigur løgmaður

Løgmaður, í miðjuni, í práti við Jaspur Langgaard, høgrumegin

Tað gongur væl í Føroyum, og tað merkist eisini á arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðsloysið í Føroyum  liggur um eitt prosent og arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi, sum ongantíð fyrr. 

 

Tað var ein staðfesting hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og formanni Sambandsfloksins, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í morgun.

 

Hann vísti á, at á heilsuøkinum og á røktarøkinun vísa útrokningar hjá Búskaparráðnum, at vit fara at mangla starvsfólk í stórum tali. Tí fer samgongan at leggja dent á at útbúgva fleiri fólk á hesum økjum fyri at nøkta framtíðartørvin.

 

– Vit kunnu ikki bíða til tørvurin er her, vit mugu útbúgva fólkini nú, so tey eru klár, tá brúk er fyri teimum. Tað gongur væl í Føroyum og arbeiðsgevarar rópar eftir arbeiðsmegi, sum ongantíð fyrr.  Tað er sjálvandi gott, men tað ger, at vit hava brúk fyri fleiri hondum á øllum økjum.

 

– Tí mugu øll, sum orka og kunnu, taka eitt tak, men Harafturat mugu vit fáa útlendska arbeiðsmegi at taka sær av uppgávunum, sum liggja á láni. Vilja vir varðveita vælferðina, mugu vit ásanna, at tað er neyðugt við útlendskari arbeiðsmegi, tí vit eru ov fá til at nøkta okkara egna tørv. 

 

Men tá ið vit fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, mugu vit eisini, beinanvegin, hugsa um integratión.

 

– Tað er okkara skylda at tryggja, at tilflytarar verða væl integreraðir í føroyska samfelagið. Teir hjálpa okkum at halda samfelagnum gangandi, tí teir hjálpa okkum við vøkstrinum. Teir hjálpa okkum í teimum størvunum, sum vit hava ilt við at seta sjálvi. Tað minsta er, at vit skipa viðurskiftini virðiliga, sigur løgmaður. Hann sigur, at Tískil verður ein integratiónslóg løgd fyri tingið í næstum. 

 

­­– Eingin ivi er um, at øll hesi fólkini, sum av fríum vilja velja Føroyar, eru ein vinningur fyri føroyska samfelagið sum heild, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður sambandsfloksins.

 

 

 

Løgmaður, í miðjuni, í práti við Jaspur Langgaard, høgrumegin