Vit hava brúk fyri at tendra eitt ljós í myrkinum

 Tónleikur er góður fyri alt í lívinum, sigur dirigenturin, sum hetta vikuskiftið stendur á odda fyri stórum familjukonsertum í Runavík og Havnini við tónleiki, barnakóri við 150 børnum og einum kendum ævintýri

Familjukonsertir

 Eitt slíkt tiltak sum hetta, er sum at tendra eitt ljós í myrkrinum.
Tað heldur Bernharður Wilkinson, dirigentur i Føroya Symfoniorkestri.
Nú um vikuskiftið skal hann standa á odda fyri tveimum stórum familjukonsertum við bæði tónleiki, sangi og einum kendum ævintýri.
Um hesa tíðina í fjør vóru familjukonsertir í Runavík og í Havnini og tær vóru so mikið væl umtóktar, at tað varð beinanvegin avgjørt at tær skulu aftur vera í ár.
Sum sagt so gjørt og í ár verða familjukonsertirnar í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin klokkan 17 og í Norðurlandahúsinum í Havn sunnudagin klokkan 16.
Við á konsertini verður Føroya Symfoniorkestur, sum í hesum sambandi eisini verður mannað við nógvum ungum næmingum úr musikkskúlanum, ið eisini sleppa at royna seg sum solistar. Við á konsertini verður eisini eitt stórt barnakór við heili 150 børnum úr Havn, Runavík, Leirvík og úr Fuglafirði.
Av tí, at talan er um eina familjukonsert, er konsertskráin løgd hareftir.
Á Konsertini fer sjónleikarin, Páll Danielsen, at fortelja ævintýrið um stóra sterka tarvin, Ferdinand, sum ikki tímdi at berjast, men heldur vildi sita ímillum blómurnar. Umframt frá sjónleiki, eru tað nógv, sum kenna Páll Danielsen frá barnasendingum í sjónvarpinum og úr útvarpinum og hann fer at forteljur kenda ævintýrið um Ferdinand ímeðan symfoniorkestrið spælir afturvið.
Annars verður lættur, fjølbroyttur og forvitnisligur tónleikur at hoyra.
Á konsertunum fara tey at spæla eitt lagatyssi av kendum jólaløgum, eftir Leroy Andersen.
Síðani fara næmingar úr Musikkskúlanum at spæla solo í einum verki eftir Bach.
Áhoyrararnir fara somuleiðis at hoyra tónleik úr kenda filminum, Jurassic Park og úr teirri líka væl kendu sjónvarpsrøðini um Simpsons.
Maria í Brekkunum og Berghild Poulsen fara at syngja vakra lagið Pie Jesu eftir Lloyd Webber.
At enda fer tað stóra barnakórið at syngja nakrar kendar jólasangir, so sum Sledurokk, Nissupápi og Nissumamma og aðrar sangir, sum Atli Petersen og Kári Bæk hava útsett fyri orkestur.
Familjukonsertirnar eru eitt úrslit av samstarvi ímillum Føroya Symfoniorkestur, Føroya Sanglærarafelag og Norðurlandahúsið.
Atgongumerkini verða so bílig sum gjørligt fyri at tað skal bera til hjá allari familjuni at fara á konsert. Tí kostar atgongumerkið 75 krónur hjá vaksnum og 50 krónur hjá børnum.

Fáa okkurt positivt fram í myrkum tíðum
Dirigenturin, Bernharður Wilkinson, heldur at nú á døgum er alstórur tørvur á tiltøkum, sum øll familjan kann vera saman um.
 Ein stórur partur av undirhaldinum, sum annars er til taks í hesum døgum, setir ikki stórar avbjóðingar til tey, sum hyggja ella lurta. Dagsins børn og ung liva í eini tíð við telduspølum og MTV, har alt gongur við rúkandi ferð og har tað er óneyðugt at hugsa og at lata hugflogið sveima, tí alt er gjørt fyri tann, sum skal undirhaldast.
Tí er undirhald nú á døgum mangan lítið mennandi.
 Samstundis lesa børn og ung kanska ikki so nógv nú, sum tey gjørdu fyrr og til dagligt hevur familjan,s um heild, ikki nógvar stundir at vera saman um nakað sum helst.
 Tí hava vit sanniliga eisini brúk fyri at familjan kann savnast um okkurt positivt, har hvør í sínum lagi kann sleppa at lata hugin reika frítt.
Bernharður Wilkinson heldur tí, at er neyðugt at hava tiltøk, har øll familjan kann vera saman eina hugnaliga løtu og kann fordjúpa seg eina løtu, uttan at alt skal hanga við rúkandi ferð.
 Slíkar positivar løtur sum hesar, eru sum at tendra eitt ljós í myrkrinum og tað hava vit ællk brúk fyri, heldur hann.
Og júst her heldur hann, at tónleikur hevur ein rættiliga týðandi leiklut, tí tónleikur er góður fyri alt í lívinum.
Eitt endamál við konsertunum er eisini at royna at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri klassiskum tónleiki.
Samstundis hevur tað týdning,at næmingarnir í musikkskúlanum eisini sleppa at spæla saman við einum rættiligum symfoniorkestri ístaðin fyri bara at venja einsmøll.
Bernharður Wilkinson sigur, at tað er eisini ein sannroynd, at ung folk, sum duga væl at spæla uppá ljóðføri ella eru virkin í tónleiki, klára seg eisini væl í skúlanum og øllum øðrum lívsins viðurskiftum. Ein grund til tað er, at tey eru von at hugsavna seg um einstakar uppgávur og tað gagnar teimum í øllum lívsins viðurskiftum.
 Tí hevur tað stóran týdning at menna áhugan hjá ungum fólki fyri tónleiki, sigur dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri.
Hann leggur afturat, at hetta er eisini ein liður í strembanini hjá symfoniorkestrinum at røkka út um Havnina við konsertum.