Vit hava skyldu og ráð til at taka ímóti flóttafólki
Í Føroyum hava vit bæði ráð og skyldu til at taka ímóti flóttafólki, heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum
– Sjálvur eri av teirri sannføring, at Føroyar eiga at hjálpa neyðstøddum kring heimin við at geva teimum skjól og bústað her heima. Í veruleikanum haldi eg, at tað er ein moralsk skylda hjá okkum, sum friðarligt og ríkt land, at hjálpa eftir førimuni.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.
Samgongan arbeiðir við at yvirtaka útlendingamál frá donskum myndugleikum. Men spurningurin um flóttafólk hevur einki við sjálva yvirtøkuna at gera, sigur hann og tann spurningurin er sostatt heldur ikki viðgjørdur.
– Tá ið málsøkið er yvirtikið fáa vit sjálvi fult ræði á tíð. Og tá kann viðgerðin vera í Føroyum um vit yvirhøvur skulu taka ímóti flóttafólki ella ikki.
Tað er Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur spurt hann, hvussu verður við flóttafólki í Føroyum, nú samgongan ætlar at yvirtaka útlendingamál.
Poul Michelsen staðfestir, at tað verður meirilutin í Løgtinginum, sum ger av, um vit skulu taka ímóti flóttafólki, og hvørjum flóttafólkum vit skulu taka ímóti.
Sjálvur hevur Poul Michelsen ikki dult sína egnu meining, og hon er, at vit eiga at hýsa flóttafólki í Føroyum afturat neyðhjálpini og menningarhjálpini vit lata úti í heimi.
– Tað hava vit bæði ráð og pláss til í Føroyum. Harafturat eiga vit at síggja hesar tilflytarar sum ein ágóða og eitt tilfeingi, sum kann ríka og fjálga um land okkara í framtíðini, sigur Landsstýrismaðurin.
Men hann sigur, at samtykkir Løgtingið, at vit skulu taka ímóti flóttafólki, má móttøkan fara fram undir skipaðum viðurskiftum.
– Tað havi eg undir øllum umstøðum í hyggju at tryggja, áðrenn ein avgerð um at taka ímóti flóttafólki verður tikin, sigur hann.
Men tað er alt tengt at, hvørji flóttafólki koma. Er talan um traumatiserað krígsoffur, ella offur fyri píning, krevst sjálvsagt ein meiri umfatandi tilbúgving samanborið við fólk, sum ikki hava verið fyri slíkum.
– Men øll kvotaflóttafólk hava rætt til málsliga undirvísing, heilsutænastur, atgongd til grundleggjandi vælferðartænastur, bústað og atgongd til arbeiðsmarknaðin.
– Tað er onki at ivast í, verður neyðugi peningurin játtaður, eru Føroyar førar fyri at veita hesar tænastur.
–
Hann vísir á, at nú samgongan arbeiðir við at yvirtaka útlendingamál, eru flóttafólkamálini ein partur av tí. Men Føroyar eru longu í dag undir eini danskari útlendingalóg, sum áleggur okkum at veita flóttafólki friðskjól, tá ið tey lúka treytirnar í lógini um flóttafólk.
– Í so máta broytir yvirtøkan einki. Tað sum broytist við eini yvirtøku, er, at Føroyar yvirtaka fullan ræðisrætt á málsøkinum, sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen sigur, at verða útlendingarmál yvirtikin, skulu tvey fólk setast í starv afturat í starv á útlendingastovuni.
Hinvegin sigur Poul Michelsen, at tað er ilt at meta um, hvat tað hevði kostað at fingið eitt flóttafólk hendavegin. Ein stórur spurningur í hesum sambandi er, hvussu skjótt tey koma á arbeiðsmarknaðin. Men í miðal kostar eitt flóttafólk í Danmark einar 215.000 krónur um árið ímeðan tað er í eini flóttafólkalegu. Men eftir at tað hevur fingið friðskjól, kostar tað góðar 130.000 krónur um árið at fáa tað integrera í danska samfelagið. Her er talan um eitt vaksið fólk, sum hvørki hevur børn ella arbeiði.