Vit hava arbeiðsgevararnar, semingsstovnin og politikararnar ímóti okkum

- Vit halda, at semingsstovurin hevur roynst ógvuliga illa, og vit halda eisini, at Karsten Hansen skuldi latið vera við at blanda seg upp í samráðingarnar, sum hann hevur gjørt alla tíðina, sigur Karla Einarsson, forkvinna í arbeiðarafelagnum Hæddini

Verkfall

Tað er einki, sum bendir á, at arbeiðarafeløgini í verkfalli ikki standa saman um síni lønarkrøv, nú verkfallið skjótt hevur vart í tríggjar vikur.
Hetta vísti fjølmenti fundurin, sum var í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin, har eini 700-800 arbeiðarar, sum eru í verkfalli, møttu til fundar at umrøða støðuna.
- Fundurin vísti greitt, at fólk taka ikki undir við tí, sum okkum higartil hevur staðið í boði, tí tey halda hetta vera ov lítið í mun til teir lønarbatar, sum onnur hava fingið.
Karla Einarsson, forkvinna í arbeiðarafelagnum Hæddini, sigur, at eingin "slingur er í valsinum" millum limirnar, og tí heldur verkfallið fram, til ein veruligur lønarbati er á borðinum.


Eingin uratkvøða

Hon sigur, at fundurin leygardagin vísti greitt, at limirnir í arbeiðarafeløgunum als ikki taka undir við teirri uratkvøðu, sum semingsmenninir hava borið uppá mál, tí henda skipan er gomul og órættvís.
- Øll, sum vóru á fundinum, vóru ímóti, at semingsuppskotið verður sent út til uratkvøðu.
Karla sigur, at uratkvøða er ongantíð brúkt í hennara tíð sum forkvinna, og hon heldur ikki, at henda skipan kann brúkast.
- Øll, sum ikki hava høvi ella nýta høvi at atkvøða við eina slíka atkvøðugreiðslu, verða tald við sum ja-sigarar, og tað haldi eg vera burtur við. Tað eru ikki øll, sum fara á val, og tað eru heldur ikki øll, sum eru heima og hava høvi at atkvøða.
Hon heldur tí, at ein slík skipan als ikki kann brúkast, tí hon gevur ikki røttu myndina.
- Haraftrat kemur, at landið fer at liggja nógv longri í sáttmálaloysi, um málið fer út til uratkvøðu. Brævposturin er ikki beinleiðis raktur av verkfallinum, men har brøv og frakt verða send saman, er skjótt, at posturin verður tarnaður. Útberingin av posti gongur heldur ikki sína vanligu gongd sum er, tí allir bilarnir hjá Postverkinum hava ikki olju.
Tað eru semingsmenninir, ið hava tosað um
uratkvøðu, men sambært Karlu, skal ein slík atkvøðugreiðsla fara fram í semju við arbeiðarafeløgini.
- Og vit taka als ikki undir við at koyra
semingsuppskotið út til uratkvøðu, leggur hon dent á.
Forkvinnan í Hæddini undrast eisini yvir, at
semingsmenninir yvirhøvur tosa um uratkvøðu, tí eitt slíkt stig hevði lagt landið lamið í langar tíðir, og hesum hava arbeiðarafeløgini ongan áhuga í.
- Vit vilja hava ein líkinda sáttmála undir land, sum vit kunnu vera nøgd við. Tá ið hesin er komin uppá pláss, fara vit aftur til arbeiðis.

Alivinnan bløðir

Karla Einarsson harmast um, at verkfallið skuldi gerast so drúgt, men hon dugir ikki at síggja, at tað kann vera øðrvísi, tá ið arbeiðarafeløgini, sum hon tekur til, bæði hava arbeiðsgevararnar, semingsstovnin og politikararnar ímóti sær.
- Vit halda, at semingsstovurin hevur roynst ógvuliga illa, og vit halda eisini, at Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, skuldi latið vera við at blandað seg upp í samráðingarnar, sum hann hevur gjørt alla tíðina, sigur hon.
Forkvinnan í Hæddini harmast serliga um støðuna í alivinnuni, sum er rakt av ILA, og her hugsar hon ikki minst um alingina á Skálafjørðinum og á Gøtuvík.
- Tað hevur verið eitt ógvuliga stórt trýst frá alivinnuni, nú støðan er, sum hon er, men vit hava givið nøkur undantaksloyvir, sum kunnu byrgja uppfyri tí ringasta, sigur Karla Einarsson at enda.