Við upplegginum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, legði fyri Løgtingið í gjár um at nýskipa sjúkrahúsverkið, nærkast vit ein loysn fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, vit væl kunnu taka undir við.
Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Løgtingsmaður fyri Sjálvstýri.
Hann heldur, at tað hevur einki endamál at leggja upp til stríð fyri stríðið skyld.
– Her hugsi eg um tær kreftir her í Norðoyggjum, ið bara síggja vandar í øllum loysnum. Men eg hugsi líka so nógv um umhvørvið í og kring Landssjúkrahúsið, sum als ikki vilja eitt sjúkrahús í Klaksvík, sigur hann.
– Hvørgin av hesum pørtum finnur nakrantíð eina loysn, sum ber fram á leið fyri sjúkrahúsverkið sum heild, sigur Jógvan Skorheim.
Trýst annars HER og les meiri um, hvat Jógvan Skorheim heldur um ætlanina at nýskipa sjúkrahúsverkið