Lønargjaldingar í Føroyum seta met!
Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.
Uppgerðin vísir, at í fjórða ársfjórðingi í fjør, 2015 lønargjaldingarnar yvir tvær milliardir. Og tað er fyrstu ferð, at lønargjaldingarnar í einum ársfjórðingi eru yvir tvær milliardir.
Tilsamans vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 2.092 milliónir krónur í seinasta ársfjórðingin í fjør, og tað eru 100 milliónir meira enn triðja ársfjórðing. Og tað er samstundis níggjundi ársfjórðingur á rað við einum vøkstri ímillum 1 prosent og og 2 prosent.
Tá fíggjarkreppan rakti í 2008, minkaðu lønirnar, og ikki fyrrenn á heysti 2012 var fallið vunnið innaftur.
- Síðan var lítil og ongin broyting í eitt ár, men frá fjórða ársfjórðingi 2013, til í dag, hevur verið ein javnur vøkstur, og nú lønirnar í seinasta ársfjórðingi fóru upp um tvær milliardir, eru tær einar 300 milliónir hægri fyri hvønn ársfjórðing enn í 2008.
At lænargjaldingarnar eru árstíðarjavnaðar, merkir, at lagt er upp fyri náttúrligu sveiggjunum ímillum árstíðirnar.