Flestu fólkini í Føroyum kenna seg rættiliga sunnan og meta, at tey hava eina góða heilsu.
Tað vísa úrslit frá stóra kanningararbeiðinum, ið var gjørt í sambandi við Manntal.
Í spurnarblaðnum, sum fólk skuldu svara, var ein av spurningunum, hvussu heilsan er í mun til aldurin.
Spurningurin tekur bert tekur støði í, hvat tann, sum svarar, heldur um sína heilsu, men tað verður ikki á nakran hátt hugt eftir sjúkrasøgum ella læknaligum metingum. Sostatt eru svarini frá fólki ein sjálvuppfatað heilsustøða.
Svarmøguleikarnir vóru fimm - Sera góð, góð, hampilig, ring og sera ring.
Úrslitið av júst hesum spurninginum vísir, at 83 prosent av øllum føroyingum, ið hava svarað, halda sína egnu heilsu vera góða ella sera góða í mun til aldurin.
Svarini broytast nakað, við árunum. Av teimum, sum eru yngri enn 15 ár, svara 76 prosent, at heilsan er sera góð. Og kanska ikki so óvæntað, so minkar parturin, sum svarar sera góð við aldrinum. Millum tey elstu – 85 ár og eldri – vóru 86 prosent, sum svaraðu, at heilsan var sera góð, góð ella hampilig.