2015 hilnaðist væl hjá Atlantic Airways við 21,5 miljónum krónum í avlopi fyri skatt. Flogfelagið heldur kósina við bíligari flogferðum, alsamt fleiri ferðatilboðum og stórum vøkstri í ferðafólkatølunum.
- Eitt gott ársúrslit, munandi hægri ferðafólkatøl og alsamt fleiri ferðatilboð. Soleiðis ber í stuttum til at lýsa farna árið hjá Atlantic Airways, sum heldur settu kósina og fremur tillagingar, tá tørvur er á tí.
Tað er metingini hjá nevndini í Atlantic Airways, nú felagið hevur hildið aðalfund í dag.
Ársúrslitið hjá Atlantic Airways var 21,5 miljónir krónur fyri skatt í 2015, og tað er ein góð miljón meira enn í 2014, tá avlopið fyri skatt var 20,2 miljónir krónur. Úrslitið eftir skatt í 2015 var 17,6 miljónir – í 2014 var avlopið 16,5 miljónir krónur eftir skatt.
Tó at ársúrslitið var heldur betri í 2015 sammett við 2014, so minkaðu inntøkurnar tilsamans góðar 70 miljónir krónur - úr 574 miljónum í 2014 niður í 502 miljónir krónur í 2015.
- Tað er at fegnast um, at ársúrslitið er betri enn í fjør, hóast tillagingar og broytingar í virkseminum hjá flogfelagnum hava elvt til lægri inntøkur, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.
Gjaldførið var 43 miljónir krónur við árslok 2015. Tað er 60 miljónir minni enn árið fyri, tá gjaldførið hjá felagnum var 103 miljónir.
- Orsøkin til lægri gjaldføri er, at felagið hevur keypt tvær nýggjar AW 139 tyrlur, sum flogfelagið hevur yvirtikið, og eitt nýtt flogfar av slagnum Airbus 320, sum verður latið Atlantic Airways í desember 2016, sigur nevndarformaðurin.
267.000 ferðafólk flugu við Atlantic Airways í 2015, sum var metár hjá flogfelagnum. Vøksturin var umleið 30.000 fleiri ferðandi sammett við 2014, tá ið ferðafólkatalið tilsamans var 237.000. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent.
Á aðalfundinum í felagnum í dag var nevndin sum heild væl nøgd við gongdina, har Atlantic Airways heldur fram at menna eitt støðugt rutunet við Føroyum sum snúningsdepli og bíligari flogferðum.
- Vit halda settu kósina og gera neyðugar tillagingar á leiðini, tá tað er neyðugt. Ársúrslitið er nøktandi, havandi í huga, at vit hava lækkað prísirnar, keypt tvær nýggjar tyrlur, og eitt nýtt flogfar er á veg.
Samanumtikið, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður, at Atlantic Airways er eitt væl útgjørt flogfelag, sum er til reiðar taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman.
Á aðalfundinum legði Søren Jespersen, nevndarlimur, frá sær, eftir at hann hevur sitið í nevndini í trý ár. Í hansara stað var valdur Fróði Magnussen, stjóri í Formula.