- Vit spældu snøgt sagt betur enn tær í dag. Vit vóru sera uppsettar, og tann gejsturin, sum vit manglaðu seinast, vit møttu teimum, hann var veruliga til staðar í dag. Ta einu løtuna fara vit frá teimum, og her stendur verjan sera væl, samstundis sum vit duga at revsa teirra feilir hesa løtuna. Tær eru tó líka við at fanga okum aftur, men eg føldi allatíðina, at vit høvdu tamarhald á støðuni.