Vit høvdu ongan kjans

Liðskiparin hjá Mjølnir, Bogi Isaksen, segði eftir finaluósigurin fyri SÍ leygardagin, at teir høvdu ongan kjans móti SÍ, tí teir fingu ongantíð spælið hjá sær at koyra.

Tað gekk væl betur hjá Mjølnir í triðja setti enn í teimum undanfarnu settunum, og um hetta segði Bogi.
- Tá stríddust vit nógv betur, og spælið koyrdi hampuliga væl. Vit gjørdu eisini onkrar broytingar á liðnum tá, við at vit settu Vladi inn á miðjuna, og tá gekk tað ordiliga gott, segði Bogi Isaksen.
Bogi heldur eisini, at sørvingar eru sera væl fyri í ár. Hann sigur, at eftir hansara tykki er talan um nógva tað besta árið hjá teimum, og kanska serliga hjá teimum útlendsku spælarunum.
Mjølnir hevur at kalla sama fólki, sum í fjør vann meistaraheitið, men í ár eru eingi útlit fyri at endurvinna meistaraheitið, staðfestir Bogi Isaksen.
- Vit hava ikki spælt serliga væl, og serliga nú í seinastuni. Eg haldi, at tað serliga eru teir útlendsku spælararnir hjá okkum, sum ikki hava spælt upp til sítt vanliga støði, men tað hava vit føroyingarnir nú heldur ikki. Men tað er líkasum teir, ið skulu lyfta okkum upp, sigur liðskiparin hjá Mjølnir.