Samrøða
Ungi tvøramaðurin, Rasmus Nolsøe, ið spælir á 1. liði hjá TB og samstundis við unglingunum hja VB, segði eftir dystin, at ætlanin var at lokka HB-liðið fram á vøllin, og síðani dúga uppá mótálop. ? Uppileggið virkaði eisini til at halda, men tá HB skorar stutt fyri hálvleik, vórðu vit noyddir at broyta uppleggið. Eisini vildi Rasmus vera við, at tá VB kom longur fram á vøllin, vísti tað seg, at HB-verjan avgjørt var at snakka við. ? Høvdu vit skorað, tá vit raktu tvørstongina, hevði dysturin fingið aðra gongd, segði Rasmus Nolsøe eftir dystin.