Felagið Gudloysi ynskir nú at fáa blasfemilógina vrakaða. Í lesarabrævi í dag eggjar Heini Reinert, skrivari í Gudloysi, til at avtaka §140 í revsilógini, sum sigur, at almen háðan av trúarlæru ella gudsdýrkan onkra annara, verður revsaður við fýra mánaðar fongsulsrevsing.
Heini Reinert roynir at prika eitt sindur, við at kalla fjallaprædikuna hjá Jesusi fyri møsn, og sigur, at um onkur følir seg stoyttan av sínum orðum, er viðkomandi vælkomin at melda hann.
- Eg skilji væl, at fólk gerðast ill um tað, eg segði. Eg skilji eisini, um tey eru rúkandi ósamd og skelda meg út. Tað, eg tó aldrin kann skilja ella góðtaka, er at nakar kundið funnið uppá at forbjóða ósemju, skrivar Heini Reinert.
Heini Reinert sigur, at eitt opið samskifti um eitthvørt evni er ein fortreyt fyri fólkaræði, og tað umfatar eisini samskifti um trúarlæru og gudsdýrkan.
Heini Reinert vísir á, at trúarfrælsi er væl grundfest í altjóða sáttmálum, eisini rætturin at boða sína trúgv fyri øðrum.
- Ilt er at síggja, hvussu ein skal kunna greiða erligt frá sínum egnu átrúnaðarligu meiningum uttan at harvið “háða” øll, ið trúgva øðrvísi, skrivar Heini Reinert, og tykist at eftirlýsa, at sami rættur verður galdandi fyri teirra, ið als ikki trúgva á nakað.
- Trúgvandi kunnu semjast um at vit gudloysingar eru blasfemiskir einans við at vera til. Vit gudloysingar skulu bara halda kjaft, sigur hann, áðrenn hann kemur við enn einum priki móti Føroyum og føroyingum.
- Tí vit liva hóast alt ikki í einum frælsum fólkaræði. Vit liva í Føroyum.