Ríkisfelagsskapurin hevur enn eina ferð víst sín stóra fyrimun fyri hvønn einstakan borgara í Føroyum.
Hetta hendi fríggjadagin 10. oktober, tá eitt statsgaranterað trygdarnet varð spent út undir allar bankar í ríkinum – eisini teir føroysku og grønlendsku bankarnar.
Óavmarkað trygd fyri innistandandi
Ítøkiliga ber trygdarnetið m.a. í sær, at tann sonevnda innskjótaratrygdin nú er óavmarkað.
Tað merkir, at allir uppspararar í Føroyum sleppa undan at stúra fyri sínum innistandandi peningi. Skuldi tað ringasta hent, og bankin noyðist at lata aftur, ja so fært tú allan tín innistandandi pening aftur frá danska statinum.
Frammanundan steðgaði vanliga innskjótaratrygdin við 300.000 krónur. Tað, sum lá oman fyri hesa upphædd, fekst ikki aftur. Nú er innskjótaratrygdin óavmarkað.
Sostatt er munandi tryggari at vera uppsparari nú enn frammanundan, og tað er sera positivt mitt í meldrinum, ið altjóða fíggjarkreppan skapar.
Hjálp til bankarnar
Hin positivi týdningurin av tí sonevnda hjálparpakkanum hjá donsku stjórnini er, at bankar – eisini teir føroysku – nú kunnu kenna seg tryggari í at lána hvørjum øðrum pengar.
Hetta er avgerandi, tí kreppan er eisini ein álitiskreppa, har bankar ikki tora at lána hvørjum øðrum pengar av ótta fyri at missa pengarnar.
Harumframt hevur danski Tjóðbankin, sum partur av hjálparpakkanum, sett pening av til bankar at lána – undir ávísum treytum, sjálvsagt.
Prinsippið í hjálparpakkanum er, at staturin kemur til hjálpar, tá og um tær 35 milliardir krónurnar, ið bankarnir leggja í ein felags grunn, eru uppi.
Hjálparpakkin, ið sum kunnugt eisini umfatar bankar og bankakundar í Føroyum, prógvar eina ferð enn, at samanhaldið í Ríkisfelagsskapinum er gott. Danski staturin setur sítt trúvirði og – ikki minst – sítt kredittvirði til taks, og hesum njóta vit gott av í øllum felagsskapinum.
Ætlaðu at yvirtaka fíggjarøkið
Akkurát nú – tá vit øll fegnast um trygdina, ið vit fáa lut í – er rætt at minna okkum sjálvi á, hvat ávísir føroyskir politikarar søgdu fyri bert sjey mánaðum síðani. Politiska minnið er jú so ómetaliga stutt.
Júst í mars mánaði var eitt rættiliga heitt orðaskifti í Føroyum um vandamestu yvirtøkuætlanina hjá CHE-samgonguni. CHE ætlaði at yvirtaka alt fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlitið, og harvið taka okkum burtur úr tryggu skipanini, sum er galdandi innan Ríkisfelagsskapin.
Sambandsflokkurin ávaraðu staðiliga ímóti ætlaðu yvirtøkuni, ið hótti trúvirðið og tryggleikan hjá bankunum, og hon var eisini vandamikil fyri áðurnevndu innskjótaratrygd. Hinumegin stjóðu Tjóðveldi, Miðflokkurin og Javnaðarflokkurin, ið vildu hava yvirtøkuna framda.
Júst tann 13. mars var táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, í bløðunum við einum lesarabrævi og vardi ætlaðu yvirtøkuna. Tey, sum leggja í, kunnu rógva aftur á aftur lesarabrævið, har táverandi løgmaður mælti til at yvirtaka fíggjarøkið.
So frægir men sum Kjartan Hoydal og skyldmaðurin Zacharias Wang vóru eisini alment úti og talaðu fyri at yvirtaka fíggjarøkið. Sama gjørdu táverandi landsstýrismenninir, Høgni Hoydal og Karsten Hansen.
Hvat hevði hent?
Lat okkum spyrja: Hvussu hevði standurin verið í Føroyum í dag, um CHE-fólkini fingu stundir at gera álvara av ørvitisyvirtøkuni?
Ja, eg tori ikki at hugsa mær tey ringastu dømini. Tey síggja vit í Íslandi nú um dagarnar. So vítt hevði neyvan komið her hjá okkum.
Men tað stendur rimmar fast, at um CHE-flokkarnir høvdu fingið sín vilja, hevði onki trygdarnet verið undir føroyskum bankum. Teir høvdu verið noyddir at siglt sín egna sjógv í hesum ófatiliga hørðu tíðum á fíggjarmarknaðunum.
Innskjótaratrygdin hevði verið sera ivasom, tí ongin føroyskur kassi – hvørki landskassin ella Landsbankin – er mentur at tryggja innlánini í føroysku bankunum. Harvið høvdu eisini bankakundarnir staðið ótryggir í einari heimsfevnandi fíggjarkreppu.
Tosið er tagnað
Í dag hoyrist onki til teirra, sum í mars ætlaðu at yvirtaka fíggjarøkið. Tey fegnast uttan iva um, at bankarnir eru tryggjaðir. Og tey kunnu sova róliga um náttina í vissuni um, at innistandandi stendur trygt í bankanum.
Tosið um yvirtøkuna er tagnað, og øll taka undir við hjálparpakkanum hjá donsku stjórnini.
Nýggja ABC-samgongan hevur tíbetur onnur og meira týðandi mál á skránni enn at yvirtaka fíggjarøkið.
Tá vit fríggjadagin atkvøddu hjálparpakkan ígjøgnum í Fólkatinginum, atkvøddu báðir teir føroysku fólkatingslimirnir fyri. Sjálvur trýsti eg á ja-knøttin, og tað sama gjørdi umboðið hjá Tjóðveldi. Í somu løtu andaðu bankar og bankakundar í øllum ríkinum lættan.
Nakað seini fór Annita á Fríðriksmørk fyri Tjóðveldi á røðarapallin, og flest øll, ið vóru til staðar, høvdu hug at grava tærnar niður ígjøgnum gólvpláturnar, tá hesi orðini fullu:
"Búskaparligar hóttanir úr Danmark eru við til at forða fyri fullveldinum".
Álvaratos. Sama dag, sum Fólkatingið tryggjar bankar og kundar í Føroyum, stendur ein føroyingur og ilskast inn á búskaparligar hóttanir úr Danmark.
Fyri summum er ongin vón.