Vit gleðast um hvørt einasta fólk vit kunnu hjálpa

– Ikki minst skulu vit brúka størri orku til fyribyrgjandi arbeiðið, tí tað ger størstan mun, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Edva Jacobsen, sum mong kenna sum landspolitikara, er nú farin undir fjórða mánaðin sum aðalskrivari í Bláa Krossi Føroyar. Hon byrjaði í starvinum 1. mars, tá ið hon tók við eftir Petur Jákup (Dakko) Petersen.  

 

– Starvið gevur stóra meining fyri meg, og at eg kann eisini brúka mínar útbúgvingar og royndir. Mær hevur altíð dámt sera væl at samstarva við fólk, og eg brenni fyri arbeiðnum, sum Blái Krossur ger. Tí var tað upplagt, eg søkti starvið, og eg eri fegin um, at eg fekk møguleikan, sigur Edva Jacobsen við Sosialin um vikuskiftið.

 

Blái Krossur Føroya er hjálparfelagsskapur, sum virkar á trimum høvuðsøkjum – innan fyribyrging, sosialt arbeiði og viðgerð fyri rústrupulleikar. Umleið 30 lønt fólk og 400 sjálvboðin fólk arbeiða fyri felagsskapin.

 

Edva Jacobsen roknar við, at virksemið hjá Bláa Krossi fer at vaksa enn meira næstu árini, og tey vilja fegin røkka enn fleiri fólkum og málbólkum við fyribyrgjandi og sosialum arbeiði.

 

– Ikki minst skulu vit brúka størri orku til fyribyrgjandi arbeiðið, tí tað ger størstan mun, men vit vilja eisini hjálpa teimum, sum hava tørv á sosialari hjálp ella viðgerð, sigur hon.

 

– Kunnu vit gera mun fyri bara eitt fólk aftrat, er okkara arbeiði ikki til fánýtis. Vit gleðast um hvørt einasta menniskja, sum vit kunnu hjálpa, og vit hava í okkara arbeiði fokus á einstaka fólkið og teirra avbjóðingar.

 

– Okkara tilboð eru opin og løtt at koma til. Vit leggja stóran dent á at hava lágáttartilboð, og tað er ikki neyðugt at verða í nakrar almennari skipan ella fáa ávísing til okkum. Vit eru til reiðar at hjálpa, og fólk kunnu altíð ringja ella koma inn á gólvið, sigur Edva Jacobsen.

 

Longri samrøða við Edvu Jacobsen kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.

 

 

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)