"Vit væntað at vit í ár fara at hava 250.000 vitjandi. Nýggja farstøðin klárar at taka ímóti 400.000 vitjandi", sigur hann. Gamla farstøðin var bygd til góð 100.000 vitjandi og ein kann tí siga, at Vága floghavn aftur hevur fingið pláss at veksa í. "Vit gleða okkum til at fylla nýggju karmarnar," sigur Jákup Sverri Kass.
Jákup Sverri Kass sigur, at tey hava lagt stóran dent á, at fólk skulu trívast í farstøðini, bæði áðrenn landside og airside, sum tey kalla tað, tvs bæði áðrenn og eftir at tey eru farin gjøgnum trygdareftirlitið. Hann sigur, at í gomlu farstøðini var vanligt, og skilligt, at fólk bíðaðu sum longst við at fara gjøgnum trygdareftirlitið. Hetta førdi ofta til, at flogførini vóru seinkaði úr Føroyum. "Airside var trongt, kvalið og fá sitipláss. Her hava vit nógv størri pláss, vit hava eitt gott matstað og eina nógv størri tollfría sølu. So vónandi fara vit framyvir at fáa flogførini avstað rættstundis", sigur Jákup Sverri Kass.
Nýggja farstøðin er tó ikki bara fyri ferðafólk. Fleiri nýggj arbeiðspláss vera eisini á nýggju farstøðini. "Vága Kunningarstova, Posta og Politiið flyta øll úr Miðvági og niðar higar. Harumframt flyta TAKS og Atlantsflog inn í nýggju farstøðini, eins og 62° Norður og Avis hava hvør sín bás á farstøðini."
"Alt í alt eru vit væl bryjaði til framtíðina," endar Jákup Sverri Kass.