Tórsvøllur verður fullsettur, nú føroyska fótbóltslandsliðið ger seg til reiðar at taka móti grikkum, sum í fjør stóðu nakkalangir eftir, meðan allar Føroyar fagnaðu spælarunum, sum settu kósini heim við trimum stigum í skjáttuni.
Lars Olsen, landsliðsvenjari, viðgongur, at úrslitið í Grikkalandi hevur skapt eitt trýst, men hann fegnast um, at hetta trýstið er komið sum úrslit av góðu avrikunum.
Men hann leggur tó dent á, at tað framvegis eru grikkar, sum eru favorittar, og at tað tí ræður um hjá okkara monnum er at fyrihalda seg eyðmjúkar til uppgávuna.
Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Lars Olsen hevði at siga, tá Tróndur Arge tosaði við hann eftir venjingina í dag.










