? Vit hava gjørt eina skrá fyri tann hálva tíman, sum kongshjúnini vera her, og borgarstjórin hevur júst góðkent hana, so jú, man kann gott siga, at vit hava fyrireikað okkum væl til vitjanina, sigur Jórun Jákupsdóttir, ið er varaleiðari á Tjarnargarði.
Sendu innbjóðing
Jórun greiðir frá, at so skjótt tey frættu, at tey kongaligu fóru at koma til Føroya í summar, sendu tey eitt bræv til ríkisumboðið og bjóðaðu teimum kongaligu niðan at vitja.
? Men vit høvdu hóast alt ikki væntað, at tey fóru at taka av, so tað kom sum eitt stórt yvirraskilsi, tá vit fingu at vita, at tey fegin vildu koma, greiðir Jórun frá.
Hon sigur, at tey síðani hava hugsað um, hvussu vitjanin skuldi skipast, og nú eru allir brikkarnir um at fella uppá pláss.
? Tey steðga bert ein hálvan tíma, so tað má skipast væl, vísir Jórun á.
Fyrst koma drotningin og prinsurin inn á búðdeildina, har øll búfólkini sita inni í felagsrúminum, klár at taka í hond og heilsa uppá. Møguliga fer onkur teirra at siga nøkur orð. Har verður steðgað í 10 min.
Síðani verður farið yvir á dagdeildina, har tey serliga fara at steðga inni í sansi-rúminum, sum er eitt nýtt rúm fyri minnisveik, ið setir sansirnar í gongd við tónleiki, ljóði og einum massagustóli. Á dagdeildini fer Karl Hansen, sum plagar at vera á dagdeildini, at lesa eina yrking upp. Her verður eisini steðga í 10 min.
At enda verður farið inn í fysioterapirúmið, har okkurt lætt ábit verður at fáa. Her eru somuleiðis 10 min. settir av, og so fer regentparið víðari.
Tey gomlu eru spent
Spurd, um tey gomlu vita hvat skal henda, svarar Jórun, at tað gera tey væl.
? Vit merkja týðiliga, hvussu spent tey eru, og tey vita væl hvat skal henda, staðfestir Jórun.
Hon sigur, at tey kongaligu veruliga er nakað, sum tey eldru hava áhuga fyri.
? Tað vísir seg, at tað altíð er gott at tosa við tey eldru um tey kongaligu. Eisini eftir, at tey eru byrjað at gerast gloymsk og ikki longur minnast so væl. Um tey einki annað vita at práta um, so kann man altíð nevna okkurt um kongshúsið, tí tað gevur bonus hvørjaferð, sigur Jórun smílandi.
Hon sigur, at øll eru spent at hitta drotningina. Men summi gleða seg tó meiri enn onnur.
? Ein kona á dagdeildini hevur einaferð havt vitjan av drotning Ingrid. Tey búðu í Vestmanna tá Ingrid og Frederik komaa vitjan har. Sambandið var ikki so gott tá, at man slapp fram og aftur, sum í dag. So drotning Ingrid og Frederik prinsur fóru inn til hesa konuna at snollað seg eitt sindur. Hon er tískil eisini ógvuliga spent at síggja Margrethu nú, greiðir Jórun frá.
Hon sigur, at øll fara at pynta seg og gera eitt sindur eyka burturúr. Tey, sum hava frí tann dagin, ætla sær øll at koma framvið allíkavæl.
? Tað er ikki hvønn dag, at man sær so fína vitjan, sigur Jórun at enda.
Tá kongsparið kemur, hevur Jórun ábyrgdina av at fylgjast við Hendriki prinsi.
Myndatekstur:
? Vit fyrireika okkum sera væl, tí vit fáa jú fína vitjan. Og vit eru øll øgiliga spent, sigur Jórun Jákupsdóttir, ið er varaleiðari á Tjarnargarði.