Vit gjørdu nógv við tað

Hóast spenningurin enn er tann sami, so heldur Regin Árting, at fótbóltur í dag snýr seg um ov nógv onnur ting enn júst tað, sum snýr seg um bóltin

HB-málverjin

- Eg eri rættiliga stuttmintur, so um tað er sjálvan dystin, tú ætlar at spyrja um, so minnist eg ikki tað heilt stóra. Men tað var heilt øgiliga spennandi.
Soleiðis fullu fyrstu orðini frá Regini, tá vit spurdu hann um, hvussu hann minstist FM-finaluna í 1965.

Bukaðu grannarnar
Minnið skuldi sjálvandi fyrst flytast nakað aftur, og eftir at hava funnið sær eina gamla scrap-bók fram við ymsum tilfari um HB-tíðina, komu ymsir smálutir so líðandi afturat.
- B36 hevði hetta árið ligið væl betri fyri, enn hvat vit gjørdu, og tað vóru mong, sum meira ella minni høvdu avskrivað okkum. Men tá teir so tveittu nøkur stig burtur móti TB, varð av álvara lagt upp til hetta brakið.
Tá trivið verður aftur í tað, sum bløðini tá skrivaðu, heldur Regin, at tað var kanska rætt, at B36 var favorittur undan dystinum.
- Teir høvdu júst verið í Íslandi, har teir høvdu fingið góð úrslit. Og teir høvdu eisini havt eitt gott ár. Hinvegin er okkurt av bløðunum, sum heldur, at vit vóru favorittar. B36 hevði jú mist sína tryggu leiðslu í dystunum móti TB, og sjálvir høvdu vit júst vunnið 4-2 á Sevmýri, so tað vigaði kanska hinvegin.
Hvussu var og ikki, so var einki ivamál, tá alt kom til alt. Okkurt av bløðunum skrivar enntá, at »HB spældi B36 sundur og saman«, og »at tú skuldi ikki trúð, at hetta var ein dystur millum tey bæði fremstu fótbóltsfeløgini í landinum«.

Sannur elddópur
Hóast bløðini ikki høvdu eins breiðan dekning av fótbóltinum tá á døgum, og hóast loftmiðlarnir enn ikki høvdu kastað seg á fótbóltin av álvara, so slær Regin fast, at áhugin var sera stórur.
- Og fagnaðurin var í øllum førum øgiligur, tá vit høvdu vunnið gullið. Og sjálvur haldi eg, at hann var í minsta lagi eins stórur tá, sum hann er tað í dag.
Hjá einum bara 20 ára gomlum unglinga mundi tað annars ikki bara vera sum at siga tað, tá pláss skuldi fáast á einum HB-liði, sum tvær ferðir á rað hevði verið meistari. Var hetta ikki ein øgiliga stórur biti?
- Tað var sjálvandi ikki heilt lætt, tí fólk kravdu nógv. Men hinvegin minnist eg ikki, at tað gjørdi mær nakað sum so. Og í øllum førum tóku hinir spælararnir á liðnum sera væl ímóti mær.
Og Regin leggur afturat, at skuldi tú vera við, so mátti tú eisini arbeiða fyri sakini.
- Talan var um rættiliga nógva venjing. Eftir at fótbólturin at byrja við mest sum bara hevði verið eitt slag av hjáputli, høvdu menn í nøkur ár gjørt alt meira við venjingina. Tað gjørdu hini feløgini jú eisini, og tí skuldi nógv til, um tú skuldi fylgja við. Ikki minst kom hetta til sjóndar, tá vit seinni fingu Jóhan Nielsen til venjara.
Og væl man hava skorist. Sjálvur leggur Regin kanska ikki so nógv í at reypa, men sum vera man, so var hann ikki sørt errin, tá eisini hann fekk nakrar rósur fyri síni avrik. Soleiðis skrivar Vitin hetta árið, at ein av fremstu orsøkunum til meistaraheitið var góða málmansspælið frá unga havnarmanninum.

Spælið stendur ikki mát
Eitt er, hvussu tað gekk fyri seg tá í tíðini. Annað er spælið í dag, har grannarnir báðir aftur takast um gullið. Spenningurin er sjálvandi tann sami, men sjálvur heldur Regin, at spælið í dag ikki hevur heilt sama undirhaldsvirði, sum tað hevði tá í tíðini.
- Eg má siga akkurát sum er, at mær dámar ikki andan, sum dystirnir í dag verða spældir í. Tað er kanska ov tað, at menn vilja vinna fyri ein og hvønn prís, og tí eru ov nógvar ónollur at síggja í spælinum. Kanska er fíggjarligi týdningurin av einum sigri snøgt sagt vorðin ov stórur, og í øllum førum tykjast menn hugsa ov nógv um onnur ting enn akkurát fótbóltin. Og eg haldi eisini, at sjálvt spælið stendur ikki mát við tíðina, sum menn nýta til fótbóltin, heldur hann.
Men hóast hetta, so ivast hann ikki, at hann verður millum mongu áskoðararnar í Gundadali leygardagin.
- Tað verði eg. Eg havi kanska ikki sæð allar dystirnar hjá HB í ár, men liggur tað fyri, so fari eg á vøllin.
Og hvussu roknar tú við, at dysturin fer at hátta seg?
- Tað er ilt at meta um. Sjálvur haldi eg, at HB í ár hevur verið ov svingandi, til at liðið veruliga kann rópast fyri eitt meistaralið. Men teir eru so har, sum teir eru, og tí kann sjálvandi alt henda. Hinvegin rokni eg við, at verður talan um ein fysiskt harðan dyst, so hevur B36 ein fyrimun, tí teir eru so væl fyri kropsliga, eru einastu gitingarnar, sum Regin vil gera um hendan seinasta spurningin.