? Vit gjørdu fleiri mistøk í Irak

James Garner, sum var tann fyrsti amerikanski umsitingarleiðarin í Irak, ásannar nú, at amerikanararnir og hann sjálvur gjørdu fleiri mistøk í landinum

James Garner, sum er fyrrverandi generalur, kom til Bagdad tann 21. apríl. Uppgáva hansara var at standa fyri arbeiðinum at endurreisa Irak eftir kríggið. Í dag ásannar hann, at bæði stjórnin í Washington og hann sjálvur gjørdu fleiri mistøk, og at onnur mistøk eru gjørd, síðani hann fór úr leiðarastarvinum í summar.
- Vit gjørdu alt ov lítið við at kunna irakar um endamálið við krígnum, áðrenn vit lupu á. Tí fingu irakar ikki onnur tíðindi enn tey, sum eitt nú sjónvarpsstøðin Al-Jazeera bar teimum, sigur James Garner við BBC. Hann heldur eisini, at irakar áttu at havt fingið størri ávirkan og vald longu beint aftan á kríggið. Fyrrverandi umsitingarleiðarin finst eisini at eftirmanni sínum, Paul Bremer, tí hann gjørdi av at upploysa irakska herin.
- Tað var eitt mistak. Sjálvur ætlaði eg at nýta herin í endurbyggingararbeiðinum, og avgerðin at upploysa hann sendi fleiri hundraðtúsund menn út í arbeiðsloysi, og tað er eingin ivi um, at hetta fekk nógvar at venda sær ímóti okkara hermonnum, sigur James Garner.
Í samrøðuni við BBC nemur hann eisini við ósemjuna ímillum verjumálaráðið og uttanríkisráðið í Washington um, hvussu farast skuldi fram í Irak aftan á kríggið.
- Ein dagin eg og Donald Rumsfeld, verjumálaráð-harri, sótu á skrivstovuni, segði hann, at hann hevði hoyrt, at eg hevði ein Tom Warrick í mínari ráðlegg-ingarnevnd. Eg játtaði og segði, at maðurin var ein sera dugnaligur embætis-maður úr uttanríkisráðnum, men Rumsfeld bað meg koyra hann úr nevndini, sigur Garner við BBC.
Nógvir eygleiðarar hava víst á, at tað var eitt mistak at lata verjumálaráðið standa fyri endurbygg-ingini í Irak, og at uttanríkisráðið hevði verið betur egnað til uppgávuna.