Vit gita: Uros til Havnar at spæla

Tað ljóðar, at Uros Stojanov fer at skifta felag í summar

Tað ljóðar, at Uros Stojanov er á veg til B36. Serbiski áleyparin bleiv deildur toppskjútti í føroyskum fótbólti í fjør, men hóast hann er ein týdningarmikil spælari fyri ÍF og hevur sáttmála, so ljóðar at hann er í holt við at skifta til B36.

 

Sum skilst, so heldur fíggjarliga grundarlagi í ÍF ikki til ein spælara sum Uros Stojanov í longdini. Hann hevur annars sáttmála fyri komandi kappingarár eisini. Hann hevur verið teirra stóra stjørna, men hann hevur eisini javnan verið settur í samband við onnur feløg. Eitt skifti var tað HB, men nú ljóðar at tað er B36, ið fær gleðina av áleyparanum.

 

B36 hevur leingi leitað eftir einum áleypara. Tað kom eisini illa við, at bæði Sebastian Pingel og Brian Jakobsen hava verið raktir av skaðum í ár. Tí passar hetta skifti væl inn í kabalina hjá B36.

 

Sum In.fo hevur skilt, so liggur í kortunum at Uros Stojanov skiftir til B36 longu í summar. ÍF hevur ongan møguleika at nærast ovaru hálvu av stigatalvuni, sum teir annars gjørdu í fjør. B36 er í harðari kapping við NSÍ, HB og Víking um at koma í Evropa til komandi kappingarár.