Vit gita: Soleiðis verður liðið

Fyrsta landsliðsvenjingin gav ábendingar um liðið til dystin móti Aserbadjan

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína fyrstu venjing, eftir at ferðalagið kom til Aserbadjan í gjár. Í nøkrum, sum minnir um føroyskan vetrarkulda, vandi føroyska liðið á einum venjingarvølli í útikantinum av Baku.

 

Eftir eitt sindur av upphitin og spæli, so stillaði landsliðsvenjarin eitt lið upp, ið kundi sæð út sum ein møgulig uppstilling. René Shaki Joensen hevur leikbann, meðan Jóan Símun Edmundsson er skaddur og ikki við á landsliðsferðini hesaferð.

 

Líkt er til, at Lars Olsen ætlar at halda fast í trimum í miðverjuni. Teir eru Atli Gregersen, Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad, sum tó hevur ein snudd at dragast við. Á vongbakkunum vóru Viljormur Davidsen og Gilli Rólantsson, meðan Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson mannaðu sentrala miðvøllin.

 

Á trimum teimum fremstu plássunum verða so broytingar í mun til seinast. Sølvi Vatnhamar tykist taka plássið hjá René Shaki Joensen, sum ein av tveimum stuðulsspælarum hjá áleyparanum, meðan hin verður Brandur Hendriksson, ið tó hevur ein lítlan snudd at dragast við. Hann gjøgnumførdi ikki alla venjingina.

 

Tað einasta plássið, har Lars Olsen ikki hevði nakran spælara var í álopinum, har kappingin er millum Klæmint A. Olsen og Jákup L. Thomsen, sum er við fyri fyrstu ferð.

 

Føroyar: (3-4-3)

Gunnar Nielsen – Odmar Færø, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad – Gilli Rólantsson, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson – Klæmint A. Olsen