Vit gita: Soleiðis spælir landsliðið

Landsliðið: Men tað var ikki sjálv venjingin, ið gav ábendingarnar

Føroyska A-landsliðið hjá monnu er í dag komið til Portugal, har liðið skal spæla HM undankappingardyst hóskvøldið. Liðið hevði í dag fyrstu venjingina, sum var ein løtt venjing, har spælararnir runnu ferðina av sær.

 

Les eisini: Hallur Hansson ikki tøkur til Andorra

 

Gunnar Nielsen og René Shaki Joensen vandu ikki við hinum. Gunnar Nielsen spældi í gjár í íslendsku landskappingini móti gamla felagnum, Stjarnan. René Shaki Joensen spældi eisini í gjár, men mátti lata seg útskifta longu í fyrra hálvleiki, tí hann kendi til í baklærinum.

 

- Eg dugi ikki at siga hvussu álvarsamt tað er. Eg føli einki tá eg siti ella gangi, men eg vil ikki taka nakran kjans, sigur René Shaki Joensen.

 

Lars Olsen umhugsar broytingar

Sjálv venjingin hevði lítið upp á seg. Spælararnir spældu fýrakant og gjørdu onkur teknisk øvilsir, áðrenn spælt bleiv upp á tvey mál. Tí gav sjálv venjingin ongar ábendingar, men Lars Olsen er ikki bangin fyri a siga, at hann ætlar at royna eina nýggja spælskipan hóskvøldið.

 

- Eg siti framvegis við tonkunum um at spæla við trimum í miðverjuni, og so við vongbakkum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

 

Hann sigur víðari, at talan helst verður um Atla Gregersen í miðjuni við Odmari Færø og Rógva Baldvinsson sum høgri og vinstri miðverji. Tað tykist rímiliga upplagt við Viljormi Davidsen og Jónasi Tór Næs á vongbakkunum, men stóri spurningurin er hvussu miðvøllurin verður mannaður.

 

Her nevndi landsliðsvenjarin bæði Karl Løkin (NSÍ) og Eli F. Nielsen (B36) sum møguleikar mitt á miðjuni, í eini spælskipan við tveimum verjukendum og tveimum meiri framrættaðum miðvallarum, meðan aðrir spælarar sum Róaldur Jakobsen, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu og Gilli Rólantsson blivu nevndir til plássini longur frammi.

 

Ongin ivi er um, at Jóan Símun Edmundsson verður fremstur, men her vísti Lars Olsen eisini á, at toftamaðurin er bara eitt gult kort frá at fáa leikbann til dystin móti Andorra. Lars Olsen hevur ikki sett liðið enn, men væntandi sæst meiri til venjingina í morgin.

 

Vit gita: (3-4-3, sum tó kemur at líkjast meiri eini 5-4-1)

Málmaður: Gunnar Nielsen

 

Miðverja: Odmar Færø, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson

 

Vongbakkar: Jónas Tór Næs, Viljormur Davidsen

 

Verjukendir á miðjuni: Karl Løkin/Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen

 

Framrættaðir á miðjuni: Sølvi Vatnhamar, Gilli Rólantsson

 

Álopið: Jóan Símun Edmundsson