Vit gita: Hetta verður liðið í dag

Manslandsliðið: Tað eru ábendingar um, at Håkan Ericson ikki ger nógvar broytingar

Føroyska manslandsliðið skal í dag klokkan 17 spæla móti Lettlandi í Nations League. Føroyar spældu í fyrsta umfari javnleik 1-1 móti Norðurmakedónia. Tað letur til, at landsliðsvenjarin er so mikið nøgdur við avrikið, at hann spælir við sama liðnum í dag.

 

Tað hava sum skilst verið nøkur ivamál í verjuni og á miðjuni, men seinastu boðini eru, at liðið verður tað sama. Bárður á Reynatrøð er í løtuni klárt fyrstaval og tað er einki óvæntað í, at hann byrjar aftur, nú bæði Mattias H. Lamhauge og Teitur M. Gestsson eru skaddir.

 

Í verjuni eru Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen sjálvskrivaðir. Andrias Edmundsson var besti spælarin á vøllinum leygardagin móti Norðurmakedónia, meðan Viljormur Davidsen er liðskipari.

 

Jóannes Kalsø Danielsen hevði avbjóðingar í verjustøðu leygardagin, men har er ongin beinleiðis kappingarneyti, um Håkan Ericson ikki velur at flyta Hanus Sørensen ella René Shaki Joensen aftur á bakkin. Samuel Chukwudi bleiv útskiftur í hálvleikinum, men tað var vegna gula kortið og ikki avrikið. Hørður Askham hevur verið meira sannførandi fyrr, enn hann var í seinna hálvleiki.

 

Á miðjuni var Håkan Ericson nøgdur við avrikið hjá Gunnari Vatnhamar, sum rekur verjupartin av verjukenda miðvøllinum væl. Hanus Sørensen er eisini væl fyri, meðan størsti spurningurin hevur verið settur við 38 ára gamla Sølva Vatnhamar. Hann spældi sín besta dyst í longri tíð leygardagin, men hann spældi allan dystin.

 

René Shaki Joensen og Meinhard E. Olsen mannaður síðurnar leygardagin. René Shaki Joensen kann flytast runt á vøllinum, men sum skilst, so verður hann aftur at síggja á høga miðvøllinum. Hetta kann hava nakað við, at hann skal hjálpa til í verjustøðu, har Jóannes Kalsø Danielsen hevði ávísar trupulleikar. Jóan Símun Edmundsson spældi 66 minuttir seinast og skuldi verður klárur at byrja aftur í álopinum.

 

Um vit gita rætt her, so kemur tað eitt sindur óvart á. Tað eru bara trý samdøgur frá tí dysturin móti Norðurmakedónia endaði til dystur í Lettlandi byrjar. Tá hevur landsliðið eisini ferðast til Lettland og verið seinkað í Kastrup. Í føroysku kappingini útloysir hetta dystarflyting.

 

Hinvegin, so kanst tú eisini spyrja; hví broyta nakað, sum riggar? Tað er breið semja millum spælarar, viðhaldsfólk og eygleiðarar, at avrikið móti Norðurmakedónia var fríkst og gott.

 

Vit gita: (Føroyar 4-1-4-1)

 

Bárður á Reynatrøð - Jóannes K. Danielsen, Samuel Chukwudi, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson