Føroyska manslandsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingardystinum móti Póllandi, sum verður í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli.
Tað er ikki nógv informatión at heinta frá landsliðsvenjaranum, Håkani Ericson, sum ikki vil geva nógv frá sær. Hann hevur tó havt Brand Hendriksson við á tíðindafund, so líkt er til at skalvíkingurin verður við frá byrjan.
Håkan Ericson hevur sagt, a hann arbeiðir við tveimum spælskipanum til dystin móti Póllandi. Helst er talan um 5-4-1 og 4-5-1. Hann hevur fyrr greitt frá, at tað er møguligt at spæla bæði í senn. Tað merkir, at verjukendi miðvallarin dettur aftur í miðverjuna, tá mótstøðuliðið spælir breitt. Hetta er ein leiklutur, sum bæði Gunnar Vatnhamar og Jákup B. Andreasen hava røkt.
René Shaki Joensen er hesa ferð við sum bakkur og tí er sannlíkt, at hann fær plássið hjá Gilla Rólantsson, sum er skaddur. Hinir í verjuni verða helst Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham og Viljormur Davidsen. Her er væntandi, at Gunnar Vatnhamar kann røkja bæði miðverju og miðvøll.
Á miðjuni er upplagt við Jákupi B. Andreasen við síðuna av Brandi Hendriksson mitt fyri, meðan tveir av royndastu á síðunum hava verið Jóannes Bjartalíð og Sølvi Vatnhamar. Tað er ilt at fáa eyga á eitt annað upplagt boð, men Andrass Johansen hevur staðið seg væl í seinastuni.
Í álopinum bendir nógv á, at tað verður Jóan Símun Edmundsson frá byrjan. Hann hevur spælt seinastu dystirnar og er í dystarformi.
Vit gita: (Føroyar 5-4-1)
Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Hørður Askham, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Brandur Hendriksson, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson