Vit gita: Hetta verður liðið móti Andorra

Landsliðið: Tað er líkt til, at ein spælar, sum ikki hevur verið á vøllinum, fær kjansin

Føroyar skal týskvøldið takast við Andorra á Tórsvølli í 4. umfari í Nations League kappingini. Føroyar eru á odda við sjey stigum, meðan Lettland er á øðrum plássi við trimum stigum. Síðani koma Malta og Andorra við tveimum stigum.

Håkan Ericson vil ikki siga so nógv um liðið, men hevur boðað frá at bæði Brandur Hendriksson og Jóan Símun Edmundsson eru tøkir til dystin. Fyrrnevndi mátti út við høvðupínu móti Lettlandi, meðan Jóan Símun Edmundsson ikki er fult klárur við knænum hjá sær.

Alt bendir á, at Teitur M. Gestsson heldur fast í sínum plássi. Hann var við á tíðindafundinum og tað plagar at vera eitt gott tekin. Hann hevur spælt væl og góða fótarbeiði hevur tænt honum væl.

Í  verjuni eru tekin um, at Jóannes K. Danielsen kemur inn aftur. Hann trívist væl á bóltin og tá hann skal fram í trýst. Tað koma vit til móti Andorra, sum stendur langt afturi á vøllinum. Ábendingar eru um, at Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen fáa afturval. Her er Heini Vatnsdal eisini eitt boð til miðverjuna.

Fyri metingin sigur, at allir fáa afturval á miðvøllinum. Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð. Tað hevur verið lítið av útskifting á miðvøllinum teir fýra dystirnar undir Håkan Ericson, so tað verður væntandi tað sama hesaferð.

##med2##

Síðani eru ábendingar um, at Meinhard E. Olsen fær møguleikan frá byrjan. Hann byrjaði fyrsta dystin undir Håkani Ericson, men síðani hevur landsliðsvenjarin skift spælskipan til tveir framherjar, og tá hava Patrik Johannesen, Andreas Lava Olsen og Klæmint A. Olsen fingið møguleikan. Helst verður tað Klæmint A. Olsen hesaferð.

Tað er nakað, sum bendir á at Jóan Símun Edmundsson fær um ein hálvan tíma í seinna hálvleiki. Tað kundi verið ein tanki, at bæði toftamaðurin og Andreas Lava Olsen koma inn, um Føroyar ikki hava munin móti dystarenda.

Vit gita (4-4-2): Teitur M. Gestsson – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð – Klæmint A. Olsen, Meinhard E. Olsen

##ms##