Vit gita: Hetta verður landsliðið móti Svøríki

Landsliðsvenjingin í dag gav onkrar ábendingar um liðið til dystin móti Svøríki

Føroyska landsliðið skal hóskvøldið spæla EM-undankappingardyst móti Svøríki á Tórsvølli. Føroyska liðið vandi í morgun á Tórsvølli. Tað er kapping um fleiri av plássunum.

Lars Olsen sigur til venjingina í dag, at liðið kemur at spæla 4-4-1-1. Sonni Ragnar Nattestad og Odmar Færø eru ikki við vegna skaða, meðan Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson eru tøkir aftur, eftir at teir sótu yvir farna umfar.

Fyrsta ábendingin til venjingina í dag er, at Rógvi Baldvinsson verður í miðverjuni saman við Atla Gregersen, meðan René Shaki Joensen verður á miðvøllinum saman við Brandi Hendrikssyni. Síðani verður Hallur Hansson frammanfyri.

Lars Olsen hevur leingi hildið fast í Sølva Vatnhamar sum høgra vong, meðan tað hevur verið meiri skiftandi á vinstra vongi. Her eru fyrstu ábendingarnar, at Árni Frederiksberg spælir móti Svøríki.

Venjingin gav onga ábending um hvør verður í mál, men her tykist sannlíkt at Gunnar Nielsen hevur munin, um hann venur væl fram til dystin. Lars Olsen leggur tó dent á, at tað er kapping um plássini.

Vit gita:

Føroyar (4-4-1-1) Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson