Dagføring: Í tí at greinin niðanfyri var útgivin fekk In.fo váttað at H71 velur sær VÍF sum mótstøðulið í hálvfinalunum
Tá ið H71 fyrr í dag vann sær fremsta plássið í grundspælinum í Okkaradeildini, vann felagið sær eisini rættin at velja mótstøðuliðið til hálvfinalurnar.
In.fo fer at váða sær at gita, at H71 fer at velja sær VÍF, men hugsa hoyvíkingar longri út um mark, kundi verið møguleiki fyri at tað verður Kyndil.
Tað er eingin ivi um, at H71 hevur bestu úrslitini at vísa á, tá ið mótstøðuliðið er VÍF.
Fýra ferðir hava feløgini hitst í ár, og fýra ferðir hevur H71 vunnið, og tað greitt hvørja ferð eisini.
Úrslitini hava verið 34-30, 33-29, 30-27 og so 29-17.
Men møguliga kundi hugsast, at H71 sær sær ein møguleika at sleppa undan Neistanum, og í staðin vinna á Kyndli í hálvfinaluni og so VÍF í finaluni.
Tí VÍF hevur eitt óført tak á Neistanum, og hetta var aftur prógvað í dag, tá ið vestmenningar greitt vunnu triðja sigurin av trimum møguligum móti Neistamonnum.
H71 kann samstundis líta aftur á tvey tey seinastu kappingarárini, har dystirnir móti neistanum hava verið óvanliga javnir, og minstu smálutirnir avgera dystirnar. Seinasta kappingarár spældu liðini bæði tríggjar javnleikir og í ár hava tey spælt tveir afturat.
Umframt teir tveir javnleikirnar í ár, vann Neistin greiðan sigur á H71 við byrjan av kappingarárinum, so spurningurin er um H71 kundi nýtt møguleikan at lata VÍF taka sær av Neistanum.
Tað talar tó ímóti hesum vali, at H71 hevur tað ikki so lætt við Kyndli. Seinasta kappingarár var liðið fyri fleiri lemjandi ósigrum móti kyndlamonnum, og hetta endurtók seg eisini í steypakappingini í ár.
Í landskappingini hevur H71 vunnið tveir sera teprar sigrar - báðar við úrslitinum 18-17 - og tapt ein rímiliga greitt ímóti Kyndli.
Tað hevði verið áhugavert, men ein stór váðaavgerð, so vit gita framvegis at H71 velur sær VÍF sum mótstøðulið, og Havnarliðini fara at dystast í hinari hálvfinaluni.