­ Vit geva okkum ikki

Gunn Joensen, bygdaráðsformaður í Vestmanna, er fegin um, at gongd nú er komin á málið um ferjuleguna. Men hon leggur afturat, at um einki hendir skjótt, verða tiltøk sett í verk aftur.

Nú kom gongd á málið um ferjuleguna í Vestmanna. Mánamorgunin hevði Vinnumálastýrið fund við Vestmanna Kommunu, og slapp kommunan enn einaferð at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum um peningatrupulleikarnar viðvíkjandi ferjuleguni og økinum kring hana.

Gunn Joensen, bygdaráðsformaður í Vestmanna, sigur, at hon tekur tað sum eitt positivt tekin, at Vinnumálastýrið nú tók stig til fund millum partarnar. Hon er somuleiðis nøgd við lyftið frá Vinnumálastýrinum um, at arbeiðast skal skjótt við hesum máli, so at greiða kann fáast á tí sum skjótast.

Hóast Gunn Joensen er fegin um, at gongd nú er komin á málið, sigur hon, at allar ætlanir um tiltøk ikki eru sleptar enn. ­ Um avgreiðslan av málinum tekur ov langa tíð, so eru vit aftur til reiðar við tiltøkum, sigur ein djørv Gunn Joensen.


Havnin gevur ov lítið

Bygdaráðsformaðurin í Vestmanna sigur, at nú nærmast allur fiskur verður fluttur úr bygdini við bili, er havnin farin at geva ov lítið av inntøkum. Hon sigur, at inntøkurnar, ið havnin í Vestmanna fær av fiskivinnuni, eru tær 12 krónurnar, ið goldið verður fyri hvørt tonsið, ið uppskipað verður í havnini.

­ Men rinda Strandfaraskip Landsins ikki eisini fast gjald fyri hvørt tonsið, ið verður upp- og avskipað?

­ Strandfarskip Landsins gjalda eitt fast gjald á 31.000 krónur um mánaðin, og vil Vinnumálastýrið vera við, at hetta gjald er fyri alla nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins av havnini í Vestmanna. Fyrr varð goldið eitt gjald fyri bilar, eitt fyri fólk, eitt fyri farm og so framvegis. Men í dag fáa vit bert fasta gjaldið á 31.000 krónur um mánaðin, sigur Gunn Joensen.

Gunn Joensen sigur, at kommunan hevur roknað út, um tað hevði verið ein fyrimunur, um gjaldið aftur bleiv býtt sundur. Hon sigur, at úrslitið av hesum útrokningum vísti, at hetta hevði gjørt, at kommunan hevði fingið væl meira burturúr.