Vit geva ikki upp

John Petersen og hansara leikarar vilja ikki staðfesta, at skálamenn verða millum teir næstbestu í komandi kappingarári.

Nú verður trupult hjá tykkum, nærmast ógjørligt. Takkar Skála fyri seg í Formuladeildini á hesum sinni?

- Tað er framvegis møguleiki fyri at bjarging, og vit stríðast líka til, at tað er ikki er gjørligt longur. Stigatalvan vísir, at tað verður sera trupult, men vit geva ikki upp, sigur John Petersen, venjari hjá Skála.

Hóast talan var um sera týðandi dyst, so hevði lokala hetjan á Skála ikki gjørt stórvegis burtur úr at sett sínar leikarar upp til dystin.

- Vit vistu allir, hvønn týdning hesin dysturin kundi fáa. Og vit vóru eisini uppsettir, men tað rakk so ikki í dag.

Og tað var uppiborið, at B68 fekk øll stigini?

- Tað má tað vera, tá teir skjóta tvey mál, og vit eitt. Vit høvdu møguleikarnir, men tóku ikki av, sigur ein vónbrotin John Petersen, sum nú hevur til uppgávu at motivera sínar leikarar til dystirnar, sum resta av kappingarárinum.