Føroyingar skulu lata nógv meiri í neyðhjálp, enn vit gera í dag.
Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum.
ST mælir til, at framkomnu londini lata 0,7 prosent av bruttotjóðarinntøkuni í neyðhjálp. Eftir hesum skuldi løgtingið sett 124 milliónir av á fíggjarlógini til neyðhjálp, men tað er bara ein millión sett av.
Poul Michelsen sigur,at hann er greiður yvir, at hetta er ikki nóg mikið.
- Vit eiga, og skulu, lata meiri í neyðhjálp, sigur hann.
Hann staðfestir, at tí fer hann at virka fyri, at játtanin til neyðhjálp fer at hækka hesi næstu árini, soleiðis at vit, sum frálíður, koma upp á málið um at veita 0,7 prosent av okkara bruttotjóðarinntøku í neyðhjálp.
- Hetta krevur sjálvsagt, at politisk undirtøka er fyri hesum og eg haldi, eg kann siga, at undirtøka í øllum førum er fyri, at vit í komandi ári aftur hækka játtanina, sigur Poul Michelsen.
Men skulu vit røkka málinum um at lata 0,7 prosent av bruttotjóðarinntøkuni í meinningarhjálp, sum í dag hevði verið einar 124 milliónir krónur, krevur tað, at vit leggja eina miðvísa ætlan, og í nógv ár fram stigvíst hækka játtanina til menningar- og neyðhjálp.
- Her tosa vit um eina drúgva tilgongd, men tað er ikki veruleikafjart at røkka málinum um eini 10-15 ár, verður ein miðvísa ætlan løgd fyri hesum.
Poul Michelsen sigur, at í fyrstu syftu fer hann at virka fyri at seta sjøtul á eina slíka ætlan í sambandi við næstu samráðingarnar um fíggjarkarmarnar fyri næstu árini.
Hann vísir á, at ST-limalondini hava arbeitt við at røkka málinum um síðani 1970, men enn eru tey fæstu komin á mál.