Vit gera eitt hol í sjógvin

Heldur enn at lata stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum í smáum dropum, skal Granskingarráðið brúka alt fæið uppá fá ár. Stjórin í ráðnum væntar, at tær 28 milliónir krónurnar av fænum í Sjúkrakassagrunninum, sum skulu út sum stuðul, fara at menna heilsuøkið og fara at draga meira pengar til gransking

Annika Sølvará, stjóri í Gransk­ingarráðnum, væntar, at tað verður alt annað enn trupult at sleppa av við fæið hjá Sjúkrakassagrunninum. Fæið er umleið 28 milliónir, har­av tær 23 eru tøkar nú, með­an restin er bundin í fast­ogn eina tíð afturat.
- Longu dagin eftir, at Løgtingið 3. mai 2012 sam­tykti, at vit skuldu hava ábyrgd­ina av at útluta fæið, byrj­aðu fólk at ringja og spyr­ja seg fyri, sigur Annika Sølvará.
Sjúkrakassagrunnurin hev­­ur sjálvur gjørt neyvar treyt­­ir og leiðreglur fyri, hvus­su pengarnir skulu út­­lut­ast, men tað verður Gransk­­ing­ar­nevndin undir Gransk­ing­ar­ráðnum, ið tek­ur endaliga støðu til tær stóru umsóknirnar, eins og tá tal­an er um vanligan stuðul frá Granskingarráðnum. Van­ligt er eisini at senda verk­æt­lan­ir, sum stuðul er søktur til, til fak­liga meting hjá óheftum, útlendskum serfrøðingum.

Hol í sjógvin
- Í sambandi við pengarnar úr Sjúkrakassagrunninum skal ein faknevnd velja verk­ætlan­ir út, sum Gransk­ing­arn­evndin síðani skal taka støðu til. Tær smáu játt­an­ir­nar – niðanfyri 80.000-100.000 krónur – tekur fyri­sit­ing­in tó sjálv støðu til, sig­ur Annika Sølvará.
Stjórin í Gransk­ingar­ráð­num fegnast um møgu­leik­an at útluta fæ­ið úr Sjúkra­kassa­grunn­inum skjótt.
- Eg haldi, tað er sera gott, at vit sleppa at seta nógvar verk­ætlanir í gongd í senn. Tá kunnu vit gera okkurt, sum veru­liga munar – vit gera eitt hol í sjógvin. Vit kunnu bæði skapa størri tilvit við fleiri førleikamennandi til­tøk­um og við málrættaðum gransk­ing­ar­verkætlanum. Ein annar leistur kundi jú verið at gjørt fæið til eina varandi keldu við bara at lata renturnar út í stuðli. Men tá hevði talan bert verið um smá­ar dropar, har lutfalsliga stór­ur partur hevði druknað í umsiting, sigur Annika Sølvará.
Sjúkrakassagrunnurin hev­ur, áðrenn fæið varð latið Gransk­ingar­ráð­num, markað tað í trý høvuðs­øki, og stjórin í Granskingarráðnum vænt­ar, at tað verður klárt at lata stuðul til høvuðsøki 1 longu um einar tveir mánaðir.

Upplýsa og granska
Fýra milliónir krónur er sett­ar av til høvuðsøki 1, sum um­fatar stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kann­­ing­ar­verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Før­oy­­um.
- Her er talan um smærri verk­ætlanir, ið ikki eiga at krevja so langa viðgerðartíð, sigur Annika Sølvará.
Størsta puljan er høvuðs­øki 2, sum er stuðul til gransk­ing og menning inn­an raðfest økir, sum kann men­na heilsuøkið í Føroyum. Til hetta endamálið eru 11,8 millión­ir krónur tøkar, og tað er serliga her, faknevndin kem­ur inn í myndina.
- Hesin stuðulin líkist mest tí vanliga gransk­ing­ar­stuðlinum, og tað er greitt, at vit skulu tryggja ok­k­um, at hann verður latin skikk­aðum umsøkjarum og ver­k­ætlanum. Eg ímyndi mær, at hann verður latin í tveimum umførum til størri verkætlanir. Fyrsta um­sókn­ar­freistin verður 1. septem­ber, og umsøkjarar fáa svar 19. desember, sum er stovn­in­gardagur hjá fyrsta sjúkra­kassanum í Føroyum. Næsta um­far verður so eitt ár sein­ni, sigur Annika Sølvará.

Pengar til samstarv
Høvuðsøki 3, sum hevur sjey milliónir krónur at taka av, er í avmarkaðan mun ætlað at veita beinleiðis stuðul til ph.d-verkætlanir til ph.d-les­andi á Fróðskaparsetri Før­oya, og skal annars veita stuðul til at menna gransk­ing­ar­samstarvið mill­um Fróðskaparsetrið og sjúkra­hús­verkið og møguliga aðrar við­kom­andi stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum.
Fyrstu formligu stigini eru longu tikin á økinum. Sama dag, sum fæið úr Sjúkra­kassagrunninum varð hand­að Granskingarráðnum at umsita, skrivaðu Fróð­skap­ar­setr­ið, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu und­ir samstarvsavtalu á gransk­ingar- og út­búgv­ingarøki­num.
Ítøkiliga skulu pengar brúkast til at seta master-út­búgv­ingar á heilsuøkinum í gongd og til arbeiði hjá vísindastarvsfólki á heilsu­øki­num.
- Her verður talan so í høvuðs­heitum um, at vit í sam­starvi við hesar stovnar skulu finna út av, hvussu peng­ar­nir verða best brúktir, sigur Annika Sølvará.

Varandi effekt
Stjórin í Granskingarráðnum vónar, at fæið úr Sjúkra­kassa­grunninum fer at hava varandi effekt, tó at tað verður brúkt at kalla í einum.
- Til samans er talan um stuðulsveitan, sum er tríggjar til fýra ferðir so stór, sum tær sjey milliónir krónurnar, vit ár­liga fáa á fíggjarlógini til gransk­ingarstuðul til øll gransk­ing­ar­økini. Her verður alt latið til eitt økið. Tað fer at gera mun, vit fara at síggja ítøkilig úrs­lit, sum koma fólki og sam­felagnum til góðar bæði heilsu­liga og fíggjarliga. Vænt­andi fara pengarnir eisini at skapa aðrar inn­tøk­ur til granskingina inn­an heilsu­økið, serliga uttan úr heim, men eisini tí at bæði politiska skipanin og sjúkra­hús­verkið fara at síggja nyttuna í hesum.
- Vit skulu heldur ikki gloy­ma, at vit longu nú hava dugnaligar granskarar í Føroyum, sum granska á høgum stigi og hava altjóða viðurkenning. At menna granskingina er eisini ein týdningarmikil liður í at fáa okkara væl útbúnu fólk heim aftur, so vónandi verður tað eisini ein avleiðing av hesi stóru gávu til føroyska gransking frá Sjúkrakassagrunninum, sigur Annika Sølvará.

Fakta

Tey trý høvuðsøkini, sum stuðulspengarnir úr Sjúkrakassagrunninum skulu brúkast til:

Høvuðsøki 1, fýra milliónir krónur : Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Einans føroysk áhugafeløg kunnu søkja, og atlit skulu takast til, at stuðulin gagnar øllum økjum í landinum.

Verkætlanir kunnu fevna um:
• Upplýsandi tiltøk.
• Upplýsandi tilfar.
• Serlig tiltøk.
• Ráðstevnur.
• Kanningarverkætlanir.

Stuðul kann ikki latst til:
• Rakstur í felagsskapum.
• Einstaklingar ella viðgerð, heilivág og hjálpiamboð.
• Ráðstevnuluttøku, skeið, útbúgving og eftirútbúgving.
• Uttanlandsferðir hjá bólku ella einstaklingum.
• Útgerð so sum lyftir og annað.

Høvuðsøki 2, 11,8 milliónir krónur: Stuðul til gransking og menning innan raðfest øki, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum.

Raðfest øki:
• Heilsa sum sosialt fyribrigdi, at kanna tey sosialu viðurskifti, sum ávirka heilsu og sjúku, og hvussu sosialir trupulleikar, sum fylgja av sjúku, kunnu bøtast.
• Heilsa sum medisinskt fyribrigdi, at kanna tey medisinsku viðurskifti, sum ávirka heilsu og sjúku, til dømis autoimmunar sjúkur, neurodegenerativar sjúkur og giktasjúkur.
• Hjartasjúkur, gransking/kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð.
• Krabbamein, epidemiologiskar kanningar/gransking innan krabbameinsøkið.
• Sálarfrøðilig heilsa, gransking og kanningar innan sálarsjúku og fyribyrgjandi tiltøk.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d-verkætlanir og post.doc-verkætlanir, og tað eru granskarar saman við føroysku stovnum, sum kunnu søkja.

Høvuðsøki 3, sjey milliónir krónur: Stuðul til at menna gransking á Fróðskaparsetri Føroya ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar vikomandi føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum.

Raðfest øki:
• Ígongdsetan av master-útbúgving í heilsuvísindum og sosialum arbeiði.
• Ph.d-stuðul, til dømis til verkætlanir innan sjúkrarøkt, læknavísindi ella sosialvísindi.
• Vísindastarvsfólk í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu.