Finnleif Guttesen
Tvøroyri
????????????????
Við hesum roynir samgongan, at noyða kommunurnar til at yvirtaka mál, sum eru landsuppgávur.
Feskasta dømi er koyringin til varda verkstaði í Vági.
Leiðarin á serstovnadeildini sigur at pengarnir ikki strekkja til m.a. tí lønarútreiðslur eru blivnar so høgar, at tað slær botnin undan játtanini.
Hetta veit fíggjarmálaráharrin og samgongan fullvæl, tí tey hava sjálv játta hesar lønahækkingar og vita tí eisini, at játtanin til serstovnadeildina má hækkast fyri at halda tørn og fyri at hava, í minsta lagi, sama støði sum hevur verði.
Skerjing av heimahjálp til reingerð
Í summar var reingerð ikki gjørd hjá óhjálpnum fólkum tí játtanin m.a. ikki strekti til.
Samgongupolitikkur
Við hesum politikki ímóti m.a. óhjólpnum fólkum roynir samgongan, sum hevur metyvirskot, at kroysta og tvinga kommunurnar, sum ikki hava nakað yvirskot, at yvirtaka hesi mál, tí tað er kommunurnar (nærumhvørvi), sum síggja avleiðingarnar av hesari jagstran frá samgonguni ímóti óhjólpnum fólkum og ikki politikarnir í samgonguni, sum sita heitt og gott í løgtinginum og landstýrinum.
Hetta er landsuppgávur, so- harra fíggjarmálaráharri og samgongan-hvar er logikkurin í at siga, at vit hava ráð til at siga nei takk til 356 milliónir, men mugu spara 1/4 mill. burtur til tey av okkara medborgarum, sum ikki klára seg sjálvi?
Svarið má verða, at her er eingin logikkur.