Vit ganga bara og bíða

– Men tá ið politikarar og Fótbóltssambandið eru klár, eru vit eisini til reiðar, sigur borgarstjórin á Toftum

Vit eru klár og ganga bara og bíða til onnur eisini eru klár. Tað sigur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Toftum.

Í meiri enn trý ár hevur hann havt eina verkætlan liggjandi í skuffuni um eina marghøll á Toftum við bæði fótbóltsvølli í fullari stødd, og við rennibreyt og vølli tilfrælsan ítrótt.

Seinastu árini hava nógvar røddir verið frammi ymsastaðni úr landinum um at byggja fótbóltshøll, men enn er tað bara Marghøllin í Vági, sum er veruleiki.

Men Jóhannus Danielsen er ivaleysur í, at ætlanin, sum liggur í skuffuni á býráðsskrivstovuni í Toftum, er tann besta ætlanin av øllum.

Tað, tey ætla at gera, er nevniliga at inniloka allan vøllin og rennibreytina á Svangaskarði. Tað merkir, at ein høll kann byggjast fyri eina 60 milliónir, ella gott tað, tí alt undirlagið er longu gjørt framman undan, so tað er bara at lokað tað inni.

Skal ein slík høll gerast nakra aðra staðni, skal eitt umfatandi lendisarbeiði gerast fyrst, men tað sleppa vit undan, sigur borgarstjórin.

Hann hevur áður upplýst, at bara lendisarbeiðið í sambandi við eina slíka høll, kostar einar 15-20 milliónir.

Men hann sigur, at tað er eisini greitt, at hetta eri ikki ein verkætlan, Tofta Kommuna lyftir einsamøll og tí er ætlanin, at bæði landsmyndugleikarnir, og Fótbóltssambandið, vera við í byggingini.

Borgarstjórin sigur, at einki formligt samband hevur verið við landsmyndugleikarnar, men Fótbóltssambandið hevur gjørt greitt, at tey fara ikki undir nakað aftur, fyrr enn Tórsvøllur er liðugur.

Jóhannus Danielsen vísir á, at inni á Tofum eru tey von við at lyfta stóraru uppgávur á ítróttarøkinum. Tá ið oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, gjørdu tey rennibreyt og vøll til frælsan ítrótt, og tá ið vit komu upp í altjóða kappingar í fótbólti, gjørdu tey grasvøll.

Og hann heldur, at verður Svangaskarð innilokað, hevði tað  verið eitt risa framstig fyri fótbóltin, men tað hevði so sanniliga eisini fyri eitt risa framstig fyri frælsan ítrótt, staðfestir hann, tí so kann alt íðkast undir taki.