Vit fylla okkum við heilsuskaðiligum evnum

Tekin eru um, at órinsverjan hjá føroyskum børnum er ikki sum hon eigur at vera

Tað er okkurt, sum bendir á, at órinsverjan –immunverjan- hjá føroyskum børnum er ikki, sum tað eigur at vera

 

Tað sigur Xenia Trier, ph.d. á matvørustovninum á danska tekniska universitetinum við videnskab.dk

 

Í eini frágreiðing, sum norðurlendskir granskarar hava skrivað og norðurlendska ráðharraráðið gevur út, er niðurstøðan, at í Norðurlondum er nógv flúr –fluor- í pakkitilfari og umhvørvinum annars, og sum síðani setir í matin, vit eta.

 

Flúr er eitt evni, sum helst krabbameinselvandi og hormonforstýrandi.

 

Flúr er nógvastaðni rundanum okkum, eitt nú í bakipappíri, á pannum og grýtum, pakkitilfari av ymsum slagi, og annars nógva aðrastaðni, tí flúr er vatn-, og feittskýggjandi.

 

Men nøkur  av hesum flúrevnunum hava víst seg at vera heilsuskaðilig og eru sostatt bannað.

 

- Tey flúrevni, vit brúka, eru ikki kannað til fulnar, men mest sannlíkt eru tey líka heilsuskaðilig, sum tey evni, sum eru bannað, sigur Xenia Trier við videnskab.dk.

 

Tey, sum vilja avmarka mongdina av flúri kunnu keypa mat og bakipappír við svanamerkinum og eta færri skundverar, sum ofta eru pakkaðir inn flúrviðgjørt pappír.

 

Eini ráð eru eisini at halda seg burtur frá einnýtis pakkitilfari, sum matvørur hava ligið leingi í, og at eta poppkorn, sum skal gerast í mikrobylgjuovni.

 

Flúr er eisini í nógvum  regnklæðum.

 

Xenia Trier vísir eisini á, at í Føroyum reagera bara eitt av 10 børnum upp á koppseting og tað er ein ábending um, at órinsverjan er ikki, sum tað eigur at vera.

 

Illgruni er um, at orsøkin er, at mamman hevur nógv flúrevni í bóðinum ímeðan hon gekk við barninum, sigur Xenia Trier.