Rúni Nielsen
Landsnevndarlimur í Unga Tjóðveldinum
Sóknast hevur í seinastuni verið eftir leiklutinum hjá Unga Tjóðveldinum í trætumálinum millum tingmenn floksins og onnur. Sum so tíðum áður nevnt, eru Tjóðveldisflokkurin og Unga Tjóðveldið ikki júst hitt sama.
Tjóðveldisflokkurin er ein politiskur flokkur við stevnu í fólkaviljanum frá 1946. Tjóðveldisflokkurin hevur 8 umdømisvaldar tingmenn í Føroya Løgtingið, umframt eitt umboð sitandi í Danska Fólkating-inum. Tjóðveldisflokkurin stendur til svars fyri ting-monnum og limum sínum - og øvugt.
Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast á frælsisleið. Unga Tjóð-veldið er ein rørsla, sum byggir á fólkaviljan frá fólkaatkvøðuni 14. sep-tember 1946. Unga Tjóðveldið er ikki nakar politiskur flokkur, og limaskap-ur í Unga Tjóðveldinum er ikki neyðugur felagsnevnari fyri limaskapi í Tjóðveldisflokkinum. Unga Tjóðveldið stendur ikki til svars fyri Tjóðveldisflokk-inum, og Tjóðveldis-flokk-urin stendur ikki til svars fyri Unga Tjóðveldið.
Av hesum hevur Unga Tjóðveldið ikki vilja tikið lut í villuvavstrinum av ákærum, politiskum og persónligum brigsli, fyri- og ímótilesarabrøvum og stingandi greinum og útsøgnum í bløðum og loftmiðlum.
Unga Tjóðveldið er, sum áður sagt, felag teirra ungu sum fylkjast á frælsisleið, og taka tí ikki lut í nøkrum, sum kann spjaða frælsis-rørsluna.