Vit fylgja við gongdini í spenningi

18 skip hava svartkjaft í loyvinum í dag, og 2 tilsøgnir eru úti sum um fáar mánaðir verða hálaðar inn, og eg skrivi einki nýtt loyvi og heldur onga nýggja tilsøgn, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sum eisini er fegin um tær ætlanir, sum hann hevur fingið á borðið viðvíkjandi svartkjaftinum

ÓLAVUR Í BEITI


Tað eru fleiri spennandi ætlanir á borðinum hjá fiskimálaráðharranum Jørgen Niclasen sum fiskimálaráðharrin ikki enn fær sagt nakað um. Og er hann eisini vitandi um ætlanirnar hjá JFK Trol í samstarvinum við eitt nú norðmenn, sum Sosialurin áður hevur skrivað um, og sum norsk bløð hava skrivað dúgliga um síðan.

Fiskimálaráðharrin sigur seg hava tvær stórar uppgávur fyri framman at loysa, og eru tær okkara rækjurættindi við Svalbard og komandi ár samráðingarnar viðvíkjandi Flemmsih Kap, og so ídnaðarfiskiskapurin í Norðsjónum, har vit eiga útvið 40.000 tons.

Umframt hetta eru so samráðingarnar í NEAFC, har nógv er fingið uppá pláss viðvíkjandi fleiri fiskasløgum, teimum sokallaðu ferðandi fiskasløgunum, har svartkjafturin eisini kemur inn í myndina. Viðvíkjandi svartkjaftinum er ikki nøkur semja fingin í lag enn viðvíkjandi býtinum, men Jørgen Niclasen ivast ikki í at fyrr ella seinni má eitt býtið koma sum viðvíkjandi sildini, kongafiskinum og eisini makrelinum.


1 millión tons

? Samlaði fiskiskapurin av svartkjafti hevur verið yvir 1 millión tons, har norðmenn og íslandingar hava økt sín part munandi seinnu árini við meiri effektivum skipum, so tað er eyðsæð, at henda øking fær ikki staðið við og fyrr ella seinni mugu londini í NEAFC fara at býta sínámillum, tá tosað verður um at tað bert skulu fiskast eini 800.000 tilsamans.

? 18 skip hava svartkjaft í loyvinum í dag, og 2 tilsøgnir eru úti sum um fáar mánaðir verða hálaðar inn, so tað sigur seg sjálvt, at skulu øll hesi 18 loyvini koma við effektivum skipum er vandi á ferð, og tí er neyðugt at vit koma til eina semju um eitt býti.

? Teir sum fiska svartkjaft í dag kundu hugsað sær allan svartkjaftin, at hann varð býttur millum verandi skip, men tað fáa vit ikki gjørt. Og teir sum hava ætlanir um at fara at fiska svartkjaft, vilja hava okkum at bíða, til teir eru við, sigur Jørgen Niclasen um verandi støðu.


Ongan lykil enn

Spurdur, hvussu so býtt fer at verða einaferð, sigur Jørgen Niclasen, at enn hevur hann ikki nakran lykil at býta eftir, so tað fær hann ikki sagt nakað um. Tonsatalið er avmarkað og tí er umráðandi at fáa sum mest burturúr hvørjum kilo, og her er tað at tann menning sum nú er at hóma í vinnuni verður okkum til fyrimunar, skoytir fiskimálaráðharrin uppí.

? Vit eygleiða í spenningi gongdina, men vit eru ikki við fíggjarliga, og tað er at fegnast um, at tað er vinnan sjálv sum er farin í gongd. Vit fáa eitt fleirfalt virði um hetta tilfeingi verður góðskað víðari við eini góðari og sunnari menning, sigur fiskimálaráðharrin í viðmerking um tær ætlanir sum nú eru frammi viðvíkjandi at gera surimi aftur úr eitt nú svartkjaftinum.