Vit fylgdu ikki við

Ein av spælarunum, sum VÍF av álvara mátti seta álit á sunnudagin, var ungi Regin Joensen, sum í ár er vorðin ein alt meira fastur partur av liðnum.
Tí hevur hann kanska heldur ikki somu kensluna av teimum trupulleikum, sum VÍF altíð tykist renna inn í á Skála. Men hóast tað, so mátti hann ásanna, at gearið á liðnum var bara ikki tað rætta sunnudagin.
- Eg haldi annars, at menn tóktust sera uppsettir undan dystinum, og fyrstu løtuna gekst eisini sera væl.
Men tað tóktist, sum megnaðu tit als ikki at halda momentinum í spælinum. Hevði hetta nakað at gera við, at tit um eina viku skulu spæla steyapfinalu?
- Nei. Eg haldi, at vit bara høvdu hendan dystin í høvdinum í dag. Men spyr meg ikki, hví vit ikki megna at halda eitt tak á dystinum. Tað kostaði fyribils, at vit eru dotnir niður á triðja plássið á talvuni, og tað hava vit so í øllum førum ikki ráð til, helt Regin at enda.