Vit framleiða ikki vinnarar

ÍtróttarSosialurin: Glen Riddersholm heldur at mammusamfelagið hevur broytt fótbóltin

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, er samrøða við danska venjaran, Glen Riddersholm, sum fríggjadagin hevði venjaraskeið í FSF-húsinum. Ein boðskapur hjá honum er, at samfelagið er nógv broytt og at tað sæst aftur í fótbóltsumhvørvinum.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Í fleiri hundrað ár hevur maðurin havt mynduleikan, har børnini hava havt virðing fyri honum. Tey eru von við at tillaga seg umstøðurnar. Nú koma tey her og skulu hava umsorgan, tá tað ikki gongur, tey skulu hava svar tá tey ikki spæla og ego’ið er tað týdningarmesta. Úrslitið er, at vit ikki uppdraga vinnarar til ein liðítrótt, sigur Glen Riddersholm eitt sindur argandi og við einum “glimti” í eyganum.

 

Hann hevur hug at provokera mannin í dagsins samfelagi, sum ikki torir at siga frá. Hann ger tað við at provokera og arga eitt sindur, men niðurstøðan hjá honum er, at vit framleiða ikki vinnarar longur.

 

Les eisini alt um 8. umfar í Betri deildini hjá monnum, har KÍ tapti fyri fyrstu ferð í landskappingini. Dysturin hesa vikuna er B36-KÍ, har fleiri ungir B36’arar fáa góðar spælarametingar. Tað sæst eisini á liðnum hesa vikuna.

 

Les eisini um Hondbóltsgalla, har tey bestu vórðu heiðraði, ummæli av nýggju B36-bókini, stuttsøgd ítróttartíðindi og klummuna, sum eru um dystaráseting.