Á Instagram vanganum hjá Sølvá Jansdóttir Joensen finnur tú hugsanir, ráð og eggjan um føðslu, heilsu og venjing uttan roks, kurar og filtur. Umframt alt, ið hevur við gerandis- og mammulív at gera. Sølvá er gift við Hans Jacob Joensen og tey eiga eina skjótt fýra ára gamla dóttur, sum verður stórasystir fyrsta dagin. Sølvá er yrkisbachelor í føðslu og heilsu, persónligur venjari og vanavegleiðari og eigur fyritøkurnar Fullpower í Klaksvík og SØLVÁ, har hon tekst við alt møguligt innan føðslu, heilsu og venjing. Á leið 2600 fólk fylgja við á vanganum hjá Sølvá, og tað er hon eisini tilvitað um.
– Eg hugsaði meg um, áðrenn eg stillaði meg út alment á Instagram. Tí tað er ikki altíð bara stuttligt, men hesin pallurin hjálpir mær at røkka longri, enn eg hevði, valdi eg ein stillari hátt, sigur hon.
– Endamálið við míni Instagram síðu hevur altíð verið at brúka pallin og gera mítt til, við tí sum eg dugi og kann, at øll fáa eina breiðari fatan av heilsuni, og at vitanin, ið kemur út, er vísundaliga prógvað og ikki bara mýtur, ið florera, sum í dag tíverri er alt ov vanligt. Boðskapurin er sum so ikki broyttur við tíðini, men nógv er hent síðani eg fekk mær opnan Instagram brúkara, og gerandis- og mammulívið hevur eisini fingið sítt pláss, greiðir hon frá. Balansan er umráðandi
– Í dagsins samfelag verður fokuserað ov nógv á heilsu. Hvønn dag fáa vit mótsigandi kunning um, hvat er sunt, og hvat er ósunt, og eisini er stórt fokus á útsjónd. Endin er, at vit púrasta missa pippið og ikki vita, hvat er rættast ella best at gera. Eitt yvirfokus á føðslu, kost og venjing er í øllum førum ikki heilsugott, sigur hon.
– Tí haldi eg, at tað er so umráðandi at vísa á, at alt ikki skal vera so svart ella hvítt. Tað ræður um at leggja dent á vanar, títtleika og mongdir, tá tað snýr seg um kost og rørslu heldur enn at liva eftir reglum og forboðum, sum alt ov nógv gera í dag, staðfestir hon.
– Eg haldi, at tað er ein lætti hjá fólki at hoyra eina sum meg – ið hevur útbúgving í føðslu – siga, at ikki alt skal vera so ekstremt. Tíbetur er rákið við at venda fyri nógv. Fokusið á at hava tað gott og at trívast gerst størri og fólk seta spurnartekin við tað, tey hoyra um føðslu, heilsu og venjing, sigur hon.