– Gunvør Balle skal bara fegnast um, at tað eru vit sum áseta skattaprosentið, tí um tað var so, sum Fólkaflokkurin og Framsókn lovaðu fyri valið, so varð skattaprosentið sett niður í 16 prosent, og so vóru als eingir pengar hjá kommandi býráðsmeiriluta at arbeiða við.
Tað sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin og limur í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.
– Vit lovaðu áðrenn valið, at skatturin skuldi lækka við 0,75 prosentum, og tað lyftið halda vit. Vit fara eisini at játta fleiri pengar bæði til eldraøkið og til dagstovnaøkið, so Gunvør Balle hevur einki at óttast, sigur Annfinn Brekkstein.
– Vit lata eina vælrikna kommunu víðari til næstu samgongu, sigur hann.
Býráðsfundur verður í Havn í køvld, har fyrsta viðgerð av fíggjarætlanini fyri komandi ár verður til viðgerðar. Sabært uppskotinum, sum Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin í fíggjarnvendini standa aftanfyri, so lækkar skattaprosentið hjá havnarborgarum næsta ár 0,75 prosent.